Lýsing

KAJ LEO OG BANKARÁNIÐ

Tað mundi falla mongum fyri bróstið, tá løgmaður í hólmgongu framman fyri øllum Føroya fólki tignarleyst samanbar eina løgtingssamtykt við eitt kriminelt bankarán og soleiðis eisini spjaldraði løgtingsfólk sum brotsmenn.

Orðið er frítt, og í fólkaræðinum skal rúm vera fyri ymsum áskoðanum, tí soleiðis ynskja vit tað, men seriøsa kjakið um, hvørja leið vit skulu halda, heldur fullkomiliga uppat, tá landsins oddviti talar so primitivt.

… Kanska skuldi eg varpað ljós á ta ræðumynd, eg haldi meg hóma í havsbrúnni.

Skattgjaldarin verður skuldarbundin hvønn einasta dag, tí raksturin hongur ikki saman. Seks milliardir krónur telur skuldin nú, hóast búskaparliga viðrákið er størri enn nakrantíð. Fólkið er kyrt og talar ikki at, tí lægri inntøkuskattir doyva sinnið hjá fleiri. Men rokningin kemur, tí skuldin skal gjaldast aftur.

Haldførið í búskapinum er hótt, tí við forskattingini av pensjónunum brúka vit uppsparingina, sum skal fíggja stóran part av vælferðini hjá teimum eldru um nøkur ár. Tá lækkar annaðhvørt vælferðin hjá temum eldru, ella tey yngru fáa ein hægri skatt.

Fiskiríkidømið er tað búskaparliga fundamentið sum vælferðin í Føroyum hvílir á, og hvønn dag veksur óttin um, at Kaj Leo og teir lata hendan dyrabara arvin av hondum, meðan teir brúka kreftirnar uppá at halda fast um ein lítlan blokk úr Danmark.

Ræðslumyndin er, at landskassin hoknar undir byrðuni, pensjónsuppsparingin er brúkt, og tjóðararvurin hjá øllum føroyingum – ognarrætturin til fiskiríkidømið í havinum – er rændur og latin privatum og útlendingum til ognar. Tá tosa vit um ábyrgdarloysi og veruligt rán.

Latið hetta ikki henda og meldið klárt og greitt út týsdagin, at ognarrætturin til fískiríkidømið er tjóðararvurin hjá okkum øllum og kann ikki latast privatum til ognar – hvørki føroyingum ella útlendingum.

Føroysk feløg eiga at fáa hann til láns eftir treytum, sum stimbra dynamikkin í vinnuni og virðisøkingina, og samstundis rinda sín rímiliga part til at menna og reka eitt væl ment vælferðarsamfelag.

Týsdagin seta vit nýggja kós!

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad