Lýsing

Línuskipini eru gloymd

Nú tá tað gongur so fantastiska væl í uppisjóðarvinnuni og so nógv fokus er á makrel og sild, haldi eg, at vit hava gloymt línuflotan.

 

Sitandi samgonga ger rætt og slætt ov stóran mun á teimum fyrimununum, sum tey geva til teir ymisku skipabólkarnir.

 

Meðan politiska skipanin brúkar øgiliga orku uppá at skaffa føroyingum størri og størri kvotur av sild og makreli til ógvuliga fá skip, so eru aðrir skipabólkar gloymdir.

 

Vit hava ein línuflota, sum breyðføðir 100-tals føroyingum á hvørjum ári, og sum vit øll vita, so eru veiðumøguleikarnir hjá línuskipinum avmarkaðir.

 

Tí eiga vit, beinanvegin ein nýggj samgonga er skipað, at býta kvotur uppá nøkur 1000 tons av makreli um við nøkur 1000 tons av botnfiski í Grønlandi og Íslandi, so línuskipini kundu fingið fleiri og betri veiðumøguleikar.

 

Hetta umbýti av kvotum hevði ikki kravt so nógv av okkum, men hevði gjørt lutfalsliga stóran mun fyri inntøkumøguleikarnar hjá línuflotanum og fiskimanninum.

 

Tað einasta sum krevst er vilji og har tað er vilji, er eisini ein vegur.

Livar Nysted, listi E

Livar Nysted

Deil hesa grein umvegis
468 ad