Lýsing

Góður fundur við Antares

 

Nøkur  av valevnum floksins byrjaðu dagin við fundi við umboð fyri Antares, ið er felagið fyri útisiglarar. Fleiri viðurskifti vórðu umrødd. Millum hesi eru trupulleikarnir við lógartvungna pensjónsgjaldinum, ið samgongan hevur ásett. Tí hetta ger, at m.a. útisiglarar, ið eru noyddir at rinda inn í aðrar pensjónsskipanir, í verandi støðu rinda dupulta pensjón, tí lógartvungna pensjóns inngjaldið verður tikið av lønini somuleiðis. Felagið hevur gjørt vart við hetta í fleiri ár, men enn trupulleikin ikki loystur. Hetta er nakað, ið rættast má upp uppá eftir valið.

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad