Lýsing

Vit velja – Hvørjar Føroyar?

Dyggari og tryggari Føroyar: Tað er millum mest átrokandi mál hjá komandi samgonguni, at fáa tryggja eitt sterkt sameint og væl útbygt Sjúkrahúsverk, við neyðugari starvsorku, sum kann veita øllum borgarum skjóta og framkomna viðgerð. Heildarætlanin, sum skal seta ítøkilig mál, má gerast veruleiki og politiskur vilji setast handan føgur orð um at finna neyðugu pengarnar.

 

Vitandi Føroyar: Útbúgving, gransking og íløga í lestrarumhvørvi skal háraðfestast. Tí hetta er ein hin besti mátin at framtíðartryggja samfelag okkara við tilflyting og fólkavøkstri. Eitt fjølbroytt útboð av útbúgvingum, sum grundarlag undir dyggari gransking, saman við tættari sambandi millum vinnuna og Setrið gerst ein framdrívari av einari nýskapandi vinnu. Og eitt gott og áhugavert lestrarumhvørvi fær ung og ungar barnafamiljur at velja Føroyar.

 

Skapandi Føroyar: Vit hava ríkar møguleikar at byggja upp nýggjar vinnur og harvið inntøkumøguleikar. Vit skulu og kunnu framleiða fleiri matvørur – í landbúnaðinum og úr fiskatilfeinginum, sum má lóggevast uppá land. Og matstovuvinnan saman við ferðavinnuni skulu útbyggjast. Tað skal vera lætt og smidligt at stovnseta virki og koma í gongd við nýggjar fyritøkur. Og vinnuframaskipanir, at stuðla undir nýggjum og kreativum vinnum kring landið, skulu styrkjast. Tjóðveldi hevur orðað miðvísan vinnupolitikk fyri flestallar vinnugreinar, eins og vit hava gjørt við mentanarpolitikkin, sum viðgjørt í aðrari grein.

 

Virðiligar og samhaldsfastar Føroyar: Tað gagnar ongum, at gjógvin millum rík og fátøk veksur, og kann hetta lættliga fáa eitt samfelag at støkka sundur. Eitt sømiligt lív, hava øll rætt til, og sjálvandi skal bera til, at liva av einum fulltíðarstarvi. Tað ger tað ikki hjá øllum í dag. Tey lægstløntu mugu tí hava eitt veruligt lyft. Eins og stakir forsyrgjarar og tey av okkara eldru, sum ikki fáa endarnar at røkka saman. Skattagrundarlagið má breiðkast – og øll, sum hava góða inntøku, mugu sjálvandi vera við til at gjalda skatt! Vit mugu fáa innihald í kjakið um skatt – hvat fyri eitt samfelag vilja vit hava fyri skattakrónurnar? Samhaldsfesti er eisini góður búskaparpolitikkur!

 

Føroyar fyri øll: Ikki allir borgarar hava sama møguleika at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum. Fólk, sum hava ymiskar avbjóðingar – eitt nú skerda hoyrn, sjón, ovurviðkvæmi, bera kropslig ella sálarlig brek – kunnu ikki altíð luttaka. Gerandisting, sum at eta á matstovu, fara á konsert, í kirkju, til midnáttarsang, útbúgva seg, fylgja kjaki, búgva har tey ynskja og so frameftir er ikki nøkur sjálvfylgja hjá øllum. Tað liggur tí á okkum, at seta ferð á at gera samfelagið atkomiligt fyri allar borgarar. Hetta kostar í fyrstu atløgu, men er ein góð íløga, tí tað gevur fleiri møguleikan at geva sítt íkast.

 

Grønari Føroyar: Innan rímiligt áramál eigur øll streymorka á landi at koma frá varandi orkukeldum – sum SEV eisini hevur sett sær sum mál. Framleiðslan av grønum streymi skal fleirfaldast. Landið má lyfta sí part, skal tað røkkast. Gjøgnum stuðuls- og avgjaldsskipanir skal brúkarin eggjast til at brúka minni olju og meira grønan streym. Grøn orka skal út í almennar bygningar og hvørt hús og heim. At gerast sjálvveitandi við grønari orku verður í longdini dyggur stuðul undir búskapi okkara, samstundis, sum vit minka um dálkingina við verðurlagsgassum.

 

Náttúruvernd er eisini eitt øki, sum hevur ligið steindeytt undir sitandi stýri. Við røttum umhugsni fyri komandi ættarliðum,  skulu vit skipa eina náttúruvernd, so virksemi og menning kann halda fram, uttan at gera óneyðugan skaða á náttúruna og umhvørvið.

 

Hesar eru nakrar av avbjóðingunum. Við ábyrgdarfullum politikki, sum gevur røttu inntøkurnar, og við rættvísari býti av ríkidøminum, sum gevur eitt sterkt samfelag, taka vit fulla ábyrgd av landi okkara.

Valið er okkara!

Bjørt Samuelsen

Tjóðveldi

 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad