Lýsing

Fólkaskúlin skal vera fyri fólk

Eg haldi tað vera ófatiligt sum samfelagskjakið altíð fer av sporinum tá fólkaskúlin er á breddanum. Vit hava ídag eina stóra og tunga skipan. Skúlin skal rúma øllum, øll skulu inkluderast, alt gott um tað, og tað tykist eftirhondini sum at vit ongantíð fara at gevast við at trýsta enn fleiri evnir inn í skúlan.

 

Eg havi verið til mong kjak, og so skjótt ein samfelagstrupuleiki stingur seg upp, so er skjóta svari, at vit mugu fáa tað inn í fólkaskúlan. Tað kann eisini vera onkur kanning ið vísir á at børn ikki duga eitt hvørt, so má aftur setast inn í fólkaskúlanum. Tað kann ikki altíð vera lætt at vera lærari og næmingur.

 

Tað er harliga tiltrongt at endurskoða fólkaskúlalógina. Vit eiga at sýna skúlaleiðslunum og lærarunum nógvar ferðir størri álit og frælsi at virka. Undirvísing snýr seg um menniskju, og loysnir og leistir eiga at skipast hareftir. Vit skulu sjálvsagt hava yvirskipaðar ásetingar í lógini ið miðja eftir at fakfólkini menna sínar egnu tilgongdir til uppgávurnar. Tað vil sjálvandi innibera at skúlar gerast meiri fjølbroyttir og tað er eisini tiltrongt og kann geva íblástur skúlana millum.

 

Emil Hermansen
Tjóðveldi

Emil Hermansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad