Lýsing

Tjóðveldi vil byggja land saman við føroyingum

The whole problem with the world is that fools and fanatics are always so certain of themselves, and wiser people so full of doubts. (sitat Betrand Russell)

 

Tjóðveldi vil byggja land saman við føroyingum. Vit bjóða til samstarv, fyri at loysa tær risa avbjóðing okkara samfelag og fiskivinna stendur fyri. Vit hava tørv á tínum stuðli.

 

Tá vit tosa um fiskivinnu, so vera allar konstruktivar og uppbyggjandi innbjóðingar skúgvaðar til viks við boðskapinum um, at alt er í fínasta ordan í okkara høvuðsvinnu. Nei, tað er tað ikki.

 

Vit hava fólk í  heimsklassa, sum dagliga stríðast og berjast fyri at gera sítt besta. Vit hava í dag ein  fiskiflota og virkir í heimsklassa, og tað skulu vit vera errin av. Tað er ikki gali við fólkinum, skipunum ella virkinum, men við lógini og politisku umsitingini av henni.

 

1. januar 2018 ganga veiðuloyvini í flotanum út. Fráfarna samgonga hevur í hesum umfarinum havt 4 ár til at snikka eina fiskivinnunýskipan til, men enn hava vit onki sæð til hana. Tískil veit ongin nakað annað fyri vist, enn at ongin veit hvørjari støðu vit sum fiskivinnutjóð eru í 1. januar 2018. Tað er ikki haldbart. Okkara dugnaligu fólk, sum dagliga starvast innan fiskivinnuna, bæði á landi og sjógvi, vita ikki hvønn dag tey vakna upp til, tá loyvini eru gingin út. Fráfarna samgongan hevur noktað fyri at loysa hetta mál, og er eitt stjørnarskfitið í Føroyum tí einasta trygd fyri, at Fiskivinnan verður tikin í álvara.

 

Øll eg havi tosað við nú seinastu vikurnar innan fiskivinnuna, vísa á fleiri grundleggjandi vansar í skipani, sum eru viðvirkandi at oyðileggja stórar partar av fiskivinnuni. Nevnt verður at Føroyar  verður drenað fyri fleiri 100’tals mió kr. um árið, sum annars eiga at koma føroyska samfelagnum tilgóðar, útlendskur ræðisrættur á veiðuloyvum og skipum, strámannavirksemi, útleigan av loyvum, ikki vird føroysk sáttmálaviðurskiftir o.s.fr. Tit í vinnuni vita øll, at her skal ein stór upprudding fara fram.

 

Eitt er heilt vist, tekur tann politiska skipanin sær ikki um reiggj, og finnur loysnir, ja, so hava vit ikki eina fiskivinnu í heimsklassa í framtíðini. Tað er sikkurt og vist.

 

So góðu fiskimenn og øll tit sum starvast innan fiskivinnuna í Norðoyggjum, Eysturoy og øllum Føroyum. Tað er NÚ, tit kunna gera ein mun. Tað er nú, vit skulu standa saman, og krevja tryggar og góðar karmar fyri okkara fiskivinnu. Tað er nú, vit skulu lúka allar ónollur í fiskivinnuni burtur. Tí ongin kann ivast í, at grundarlagið undir allari okkari vælferð er fiskitilfeingið í havinum. Tað er nú, vit skulu hava eitt sjørnarskiftið.

 

Gott val – við vón um álti

Jóhan Christiansen, Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad