Lýsing

Skapandi lærugreinirnar skulu fáa betri sømdir í fólkaskúlanum

Sum smíðlærari og limur í skúlastýrinum í einum av størstu skúlanum í Føroyum veit eg, at skúlar í Føroyum als ikki fáa teir tímar tillutaðar, ið eru neyðugir fyri at fáa ein nóg góðan og fjølbroyttan fólkaskúla, sum tekur í støði í hvørjum einstøkum næmingi og, sum samstundis heldur øll tey mál, ið eru sett í námsætlanunum.

 

Lærarar og leiðslur gera alt fyri at røkka settu málunum, tað ivist eg onga løtu í, men tað ber ikki til at skræða seg sundur. Manglandi tímajáttan gongur altíð út yvir okkurt – í fólkaskúlanum gongur hon serliga út yvir skapandi lærugreinirnar, ið seinastu árini í mongum førum bara hava verið ein viðfáningur. Hetta er sera óheppið, tí fyri summar næmingar eru tað júst hesar lærugreinir, ið teir gleða seg mest til og fáa mest burturúr.

 

Samfelagið hungrar eftir handverkarum, og alt samfelagið ynskir fólk við skapandi eginleikum, men hvussu í víðastu verð kunnu vit fáa útbúnar handverkarar og fólk, sum vilja fara listarliga vegin, tá ið okkara ungu so gott sum onga undirvísing fáa innan handverk og list í fólkaskúlanum. Vit hoyra mangan frá teimum, ið stýra, at tað ræður um at brúka tímarnar rætt og hugsa fjølbroytt. Gaman í, eiga vit altíð at hugsa fjølbroytt, t.d. við at brúka tær skapandi lærugreinarnar saman við hinum lærugreinunum. Tað dugi eg væl at síggja, og eg eri samdur í hesum, men fyri at kunna brúka eitt handverk, er neyðugt at duga tað.

 

Tí mugu vit fyri alt í verðini ikki standa og hyggja at, at skjótt eingir tímar verða eftir í fólkaskúlanum til hesar lærugreinirnar. Vit mugu raðfesta tað handaliga og skapandi nógv hægri í fólkaskúlanum, bæði tí at hetta er gott fyri næmingin sjálvan, men eisini tí, at dagsins samfelag hevur brúk fyri kreativum fólki, sum dugir sítt handverk. Harafturat skulu vit útbúgva okkara næmingar til okkara samfelag, og tað gera vit best vit at hava ein góðan og fjølbroyttan fólkaskúla, sum eisini gevur næmingunum góðar møguleikar og góða tíð at arbeiða við sínum skapandi evnum í fólkaskúlanum.

 

Verði eg valdur, fari eg at gera mítt til, at fólkaskúlin fær tann pening, ið er neyðugur fyri, at vit fáa ein góðan og fjølbroyttan fólkaskúla, sum vit øll ynskja, tí at fólkaskúlin er lívæðrin í samfelagnum.

 

Jákup Dam, listi E

Jákup Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad