Lýsing

FIMM STIG Á SJÁLVBJARGNISLEIÐ

Eftir valið 1. september eigur eitt nýtt landsstýri beinanvegin at fara undir arbeiðið at tryggja fiskivinnuna á føroyskum hondum, fáa sum mest burtur úr øllum tilfeingi og gera Føroyar sjálvbjargnar eftir eini skipaðari ætlan. Í hesi ætlan eiga ið hvussu er at vera fimm stig, og hon skal setast í verk beinanvegin í heyst. Tey fimm stigini eru hesi:

1. Virðisøkja tilfeingið 3-4 milliardir krónur

Møguleikarnir fyri at virðisøkja føroyskt tilfeingi skulu staðfestast. Mett verður í vinnuni, at útflutningsvirðið í uppsjóvarvinnuni kann økjast við tveimum milliardum krónum, at botnfiskaveiðan við eini endurreisn kann virðisøkjast við hálvari milliard, og at útflutningsvirðið í alivinnuni kann vaksa við einari milliard. Útgreinast skal beinanvegin, hvussu hesi mál kunnu røkkast. Arbeiðið verður partur av nýskipanini í fiskivinnuni. Í tí arbeiðinum verður eisini útgreinað, hvussu vit fáa betri marknaðaratgongd.

2. Maritimur tænastudepil

Føroyskar fyritøkur eru fullvirknar í oljuvinnuni sum tænastuveitarar, og skipaferðslan í føroyskum sjógvi er nógv vaksin. Miðvíst eiga vit nú at marknaðarføra Føroyar sum ein tænastudepil hjá veitingarskipum, farmaskipum, ferðamannaskipum og boripallum, eins og vit marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. Hetta kann skapa stórar inntøkur til havnir, fleiri arbeiðir til dugnaligar veitingar- og tænastufyritøkur í Føroyum og menna føroyskar førleikar. Tílíkar tænastur veita vit longu í dag við m.a. teimum 1000 føroyingunum í frálandavinnuni.

3. Basa hallinum og endurskoða skattagrundarlag

Landskassin hevur eitt bygnaðarligt hall á nærum hálva milliard krónur. Hallini hava verið støðug síðan 2008, og bruttolandskassaskuldin er vorðin seks milliardir krónur. Inntøkurnar hjá landinum byggja nærum bara á lønarskatt og avgjøld, og tilfeingisgjøld fara nú tilvildarliga inn á raksturin. Fíggjarmálaráðið fær álagt at útgreina, hvussu bygnaðarliga hallið kann basast, og hvussu skattagrundarlagið kann fjøltáttast, so minni trýst verður á lønarskattin. Arbeiðið skal setast í gongd beinanvegin.

4. Fyrireika fólkaatkvøðu um grundlóg í 2016

Farið verður beinanvegin undir at fyrireika fólkaatkvøðu um føroysku grundlógina, sum verður hildin á heysti 2016. Í grundlógini skulu ásetast mannarættindini, javnrættindini og frælsisrættindini hjá øllum borgarum í Føroyum, og staðfest verður, at tilfeingið er ogn Føroya fólks. Í Føroyum krevst tjóðarsemja um grundarlagið, vit virka á, og grundlógin er lykilin til hesa semju, sum verður vegvísarin inn í framtíðina. Grundlógin verður nýggi sáttmálin millum fólkið og politikararnar um, hvussu valdið verður umsitið ábyrgdarfult.

5. Búskapargrunnur gerast virkin

Búskapargrunnur Føroya – sjálvbjargnisgrunnurin – skal gerast virkin aftur við tí endamáli at tryggja tjóðina ímóti búskaparligum hóttaføllum. M.a. eingangsinntøkur og tilfeingisinntøkur fara í grunnin. Grunnurin skal javna sveiggini á fíggjarlógini, sum standast av skiftandi konjukturum. So hvørt sum búskapurin veksur, verður blokkurin laðaður niður umvegis grunnin, sum tí eisini er amboðið at gera búskapin sjálvbjargnan. So hvørt sum fæðið veksur, verður grunnurin sjálvskapandi inntøkukelda hjá landinum.

Sama hvussu vit venda tí, og hvørjum politiskum flokkum vit eru í, krevst samstarv á tingi næstu árini um kósina hjá føroyska samfelagnum, tí her eru bæði stórir vakstrarmøguleikar og eitt stórt upptak í landskassanum, sum vit ikki sleppa uttanum.

Magni Arge
løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad