Lýsing

Er pensjónin farin upp í royk ?

Nógv hevur verið tosað um forskattingina av pensjónini og um avleiðingarnar av hesum.

Samgongan framdi broytingar í pensjónsskattinum, soleiðis at galdandi frá 2012 eru pensjónirnar skattaðar við inngjald. Hetta merkir, at nú verður beinanvegin rindað 40% í pensjónsskatti til landskassan av inngjaldinum. Henda broyting førdi við sær, at pensjónsskatturin hækkaði úr 35% upp í 40%, eins og hetta burturav bleiv ein flatskattur, har øll gjalda líka nógv frá fyrstu krónu.

Áðrenn broytingina, tá ið pensjónirnar vóru skattaðar við útgjald, kundu vit fegnast um, at inntøkurnar frá pensjónsskattinum fóru at økjast, so hvørt fleiri gerast pensjónistar og fáa útgoldið sína pensjón. Hesin pensjónsskattur, sum pensjónisturin rindaði, tá ið hann fekk pensjónina útgoldnað, kundi soleiðis vera við til at fíggja vaksandi útreiðslurnar til eldratænastur.

Hetta trygdarnet undir vælferðarsamfelagnum valdi samgongan at taka burtur – og kann hetta vísa seg at fáa sera stórar avleiðingar.

Pensjónsskatturin, sum landsstýrið valdi at brúka av til at fíggja ein skattalætta til tey vælløntu, er tí eitt skilaleyst búskaparligt ítak, sum ger, at hesin peningur kemur at mangla í seinni, tá alsamt fleiri pensjónistar ikki fara at skula rinda skatt av pensjónini. Skipanin er sosialt ójøvn, eins og hon ikki er við til at tryggja fíggjarliga haldførið hjá landinum.

Onkur hevur hug at føra fram, at fyri at betra um fíggjarliga haldførið, er tilfeingisgjald tikið frá vinnuni, og at hetta betrar um fíggjarliga haldførið. At samantvinna forskattingina av pensjónum við tilfeingisgjald og seta hetta inn í ein samtekst, sum eitur fíggjarligt haldføri, er ein máti at avspora kjakið um forskatting av pensjónini. Fokus verður flutt frá avgerðini hjá samgonguni um at forskatta pensjónirnar til spurningin um fíggjarligt haldføri. At gera onnur átøk, ið hjálpa uppá fíggjarliga haldførið, gera á ongan hátt avgerðina um forskatting av pensjónini meira skilagóða.

Slíkar grundgevingar eru við til at villleiða veljaran.

Hevði Tjóðveldi sitið við valdið seinasta valskeið, vóru slík ørskapismál ikki skundaði ígjøgnum.

Tjóðveldi vil fremja eina nýggja pensjónsskipan, sum tryggjar øllum eina góða og trygga pensjón, ið verður grundað á eina samhaldsfasta og framtíðartryggjaða skipan, og sum samstundis tryggjar fíggjarliga haldførið hjá landinum yvir tíð.

 

Trinemia Johannesen

løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

www.facebook.com/trinemia2015

 

 

 

 

Trinemia Johannesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad