Lýsing

Ongin skattlætti frá Jørgen

Valgass og bluff. So stutt kann skattalættin lýsast, sum Fólkaflokkurin í síni valskrá lovar okkara lægst løntu borgarum.

Eftir handritinum hjá Fólkaflokkinum og tess formanni, Jørgeni Niclasen, fíggjarmálaráðharra, skal lættin nevniliga latast av avlopinum, sum hann sigur fer at verða á fíggjarlógini næsta ár.

Men har verður onki avlop. So verri enn so.

Lyftini hjá Jørgeni Niclasen byggja nevniliga á tøl, ið als ikki eru í samsvar við veruleikan í føroyska búskapinum. Og tað er ein av hansara egnu búskaparfrøðingum, Johnhard Eliasen, ið avhøvdar øll lyftini.

Jonhard Eliasen er búskaparfrøðingur á Hagstovuni, sum er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, og í mikudags-Sosialinum ger hann púra greitt, at faktuellu tølini fyri fyrra hálvár í ár og búskaparligu útlitini annars ikki á nakran hátt geva ábendingar um, at búskaparliga gongdin næsta ár fer at vera merkt av nøkrum stórum viðráki.
Tvørturímóti er Jonhard Eliasen vísur í, at landskassin aftur í 2016 fer at vísa stórt hall, um ætlaðu tunnilsíløgurnar verða tiknar við í roknistykkið – og tað eiga tær sambært altjóða leiðreglum.

Fólkaflokkurin sigur í sínari valskrá, at ein triðingur av avlopinum næsta ár skal brúkast til at rinda skuld, ein triðingur til vælferð og ein triðingur til skattalætta.

Heldur fíggjarmálaráðharrin fast um sín býtislykili, verður talan sostatt um at býta eitt negativt tal í triðingar, og tá verður skatturin hækkaður og ikki lækkaður.

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad