Lýsing

Hatta er snýt, Fólkaflokkurin!

Fólkaflokkurin er enn eina ferð í ferð við at snýta føroyska veljaran.

Í 2011 kollvelti Fólkaflokkurin føroyska samfelagið við flatskatti og forskatting av pensjónum eftir einans 17 døgum. Grundgevingin var: “Tað skal loysa seg at arbeiða”. Nú sigur Fólkaflokkurin: “Tað var ikki ein skattalætti – tað var fyri at seta ferð á búskapin”. Øll vita, at lágur oljuprísur, lág renta, viðgongd í uppisjóarvinnuni og viðgongd í alivinnuni eiga sín stóra lut í hesum.

Fólkaflokkurin snýtir eisini veljaran við einum skattalætta til tey lágløntu, sum í veruleikanum er ein skattahækking.

Tey siga eisini, at vit hava eitt yvirskot á fíggjarlógini í 2016? Hava vit tað? Nei, tí roknskapurin fyri 2016 fyriliggur ikki fyrr enn eina ferði í 2017! So tað kunnu øll siga.

Tey snýta eisini veljaran tá tey siga, at fleiri og fleiri vinna 400.000 kr. ella meiri. Gongdin hevur verið soleiðis tey seinastu 30 árini burtursæð frá kreppuni í 90-unum og í 2007. So tað hevur heldur einki við flatskattin at gera.

Heldur er tað soleiðis, at fleiri og fleiri í hesum lønarlagnum slakka av. “Hví arbeiða meiri tá vit nú gjalda so lítið í skatti”?

Langfreistaða skuldin var í 2008 niðanfyri 3 milliardir – nú er hon 5 milliardir. Tá er lætt at práta um búskaparvøkstur. Hetta er at snýta veljaran!

Latið tykkum ikki snýta, góði veljari.

Tit sita við atkvøðuni – vel frískt blóð, fríska luft og tignina fyrsta september. Vel rættvísi!

Vel Tjóðveldi!

 

Blíðar heilsur

Jóannes Guttesen, listi E

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad