Lýsing

Vardar íbúðir skulu byggjast í Vágum

Stig eiga sum skjótast at verða tikin til at byggja íbúðir til fólk við serligum tørvi í Vágum.
At hetta ikki langt síðani er gjørt, kunnu vit bara takka sitandi samgongu fyri og ikki minst hennara lokalu umboðum her vesturi.

Mánakvøldið var Rósa Samuelsen, tinglimur fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi almannamálaráðharri, í politiskari hólmgongu í Sørvági við Biritu á Løgmansbø Bláhamar, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi.

Á fundinum váttaði Rósa Samuelsen, at tað potensielt er tørvur á umleið 12 íbúðum til fólk við serligum tørvi í Vágum – tá eru tey á sambýlunum ikki tald við.

Rósa Samuelsen hevði hug at geva Bústøðum skyldina fyri, at onki var hent, tí Bústaðir formliga standa fyri almennu bústaðarbyggingini í Føroyum.

Atspurd mátti sambandstingkvinnan tó ásanna, at onki er til hindurs fyri, at Almannaverkið sjálvt tekur stig til at byggja íbúðir, um bara politiskur vilji er til tess.

Tann viljin verður eftir valið, um Tjóðveldi sleppur til valdið!

Tað er sjálvsagt fyrst og fremst fyri brúkarans skyld, at íbúðirnar skulu byggjast, men fyri Vágar hevur tað eisini týdning, at talan er um fleiri virðismikil almenn arbeiðspláss. Tí tá bíðitíðin eftir íbúð her vesturi verður ov long, leita búfólkini sær íbúð aðrastaðni í landinum, og tann gongdin sæst longu nú.

Ingolf S. Olsen
Løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad