Lýsing

Fimm konkret lyfti til veljaran: meiri vælferð!

Samgonguflokkarnir renna í løtuni undan politikkinum, teir hava ført seinastu fýra árini.

Tað skilji eg væl, tí at fólk vilja jú hava ein heilt annan politikk!

Tjóðveldi rennur ikki undan nøkrum, sum vit hava gjørt. Vit vilja hava nógv meiri vælferð, og tað hava vit vilja alla tíðina! Tað er onki nýtt ella smart við tí – tað er bara okkara politikkur!

Heilt konkret fara vit, millum annað, at fremja hesar ítøkiligu broytingar eftir valið, sum skapa nógv betri og tryggari vælferð her á landi:

1. Ein skattalætta til lág- og miðallønt. Tað skal bera til at liva av einum vanligum arbeiði í Føroyum. Hetta lova samgonguflokkarnir eisini – men halló! Tað gjørdu tær eisini til seinasta val – og hvat fingu vit tá?

2.Rulla forskattingina av pensjónum aftur. Forskattingin av pensjónum var ein fúl rokning til tey, sum hava minst í Føroyum, og tað ringasta av øllum var, at pengarnir blivu brúktir til at fíggja ein skattalætta til tey ríkastu. Tað vilja vit broyta.

3.Skapa eitt tíðarhóskandi og trygt sjúkrahúsverk, har tann sjúki og tann sjúka aftur eru í fokus, og fáa ta viðgerð, teimum tørvar. Vit skulu leggja alt keglið um smálutir til viks, og veruliga leggja dent á, at skapa bestu og tryggastu umstøður til okkara sjúku.

4.Barsilsskipanin skal víðkast í stigum, so vit fáa eitt ára barnsburðarfarloyvi, og størri frælsi til einstøku familjurnar at leggja sína tíð til rættis. Vit mugu skapa betri umstøður fyri barnafamiljurnar her á landi.
5.Byggja almennar leiguíbúðir, sum vanlig fólk hava ráð til at búgva í. Vit vita, at fólk velja Føroyar frá, tí at her er ov dýrt at búgva. Tað skal broytast!
Tað skal bera til hjá vanligum familjum, barnafamiljum og ungu at trívast í Føroyum.

Vit vilja gera nakrar íløgur, ið gera gerandisdagin hjá vanligum føroyingum lættari, bíligari og betri.

Vit meina tað, tá vit siga, at vilja nógv meiri og betri vælferð í Føroyum.

Tað hava vit jú sagt alla tíð – ikki bert nú, val er útskrivað.

Vel vælferð! – set x við E!

Tór Marni Weihe

Deil hesa grein umvegis
468 ad