Lýsing

Vit vassa í ríkidømi

Meiri enn hálv millión tons av fiski, 70.000 seyðir, nakrir 100 grindahvalir, fleiri 1000 fuglar, ókeypis rennandi vatn sum fossar á sjógv, loftrúmið sum ikki er yvirtikið, ferðavinnan sum leggur nógv eftir sær, undirgrunnin við tí svarta gullinum, vindorka, døglingar, føroyskt grønmeti, føroysk epli, vøtnini, oksakjøt, nokk av mjólk, vatnorka, tarin, alivinnan og Golf-streymurin, 49.000 vitug fólk og eitt hampuliga væl bygt infrakervi. Vitanin og ikki minst: Okkara mentan og okkara list. Vit kunnu halda fram.

Alt hetta tilfeingið er ikki nokk at liva fyri hjá okkum føroyngum.

Um fimm fiskar og tvey breyð eru nokk at metta eina mannamúgvu á 5000 fólk. Hvussu ber tað til, at alt hetta ríkidømið ikki nøktar okkara tørv? Hví er neyðugt, at fáa eina falska innspræning á 642 milliónir kr., um árið, inn í ein rakstrarbúskap, sum soleiðis verður ósunnur? Og tað er ikki nokk heldur – vit  læna pening í ólukkumát omaná? Og so hava vit fleiri enn 1000 fólk, ið liva í fátækravága…..

Snedigt!

Fer tað nakrantíð at gagna einum sjálvberandi búskapi?

Nei!

Vit halda bara fram við at snorksova og lata standa til. Fer raksturin av einum slíkum búskapi nakrantíð at lekjast? Nær fer ein roknskapur at javnviga um hann ár eftir ár fær eina innspræning við serligum inntøkum?

Eingin!

Sjálvandi eru ávísar útreiðslur bundnar at hesi framleiðsluni – tað sigur seg sjálvt, men nógv liggur eftir. Tað fer ov nógv í teir somu lummarnar og ov lítið í alt ov mangar tómar lummar.

Vit eiga at taka ábyrgd og reka ein álitisvekjandi búskaparpolitikk og at húsast betur í egnum húsi. Vit eiga at reka hetta landið við ábyrgd og skili.

Tvørtur um flokspolitisk mørk eiga vit at finna ein leist, so at vit kunnu býta hetta ríkidømið so rættvíst, sum møguligt.

Eitt rættvíst samfelag, har gjógvin millum stættirnar ikki er djúp. Eitt samfelag har øll kenna seg væl og hava hug at geva fyri at øll skulu kenna seg væl. Eitt samfelag har rúmd er fyri øllum. Tá fara vit at avrika og tá koma úrslitini. Og tá fara vit í song hvørt kvøld við eini lekrari kenslu í kroppinum – hetta megna vit væl og hetta loysa vit saman!

Út við ørvitispolitikkinum og skilaloysinum!

Tú situr við atkvøðuni. Far á val fyrsta september og vel Tjóðveldi – vit vassa í ríkidømi.

Blíðar heilsur

Jóannes Guttesen, listi E.

Deil hesa grein umvegis
468 ad