Lýsing

Minnist tú alarmerandi avrikslistan?

Valið 1. september verður eitt tað mest avgerandi nakrantíð. Tí valið stendur í stóran mun millum at halda áfram við verandi samgongu, ið hevur framt ein tann mest sambandssinnaða og ósosiala politikkin nakrantíð – ella eina nýggja og savnandi kós fyri land og fólk.

 

Listin yvir alarmerandi átøkini hjá hesi samgonguni – millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin – er langur. Millum mongu málini eru hesi.
Helst mest sambandssinnaði politikkur nakrantíð:

–          Hækkað ríkisveitingina.

–          Avtikið Landsbanka Føroya.

–          Tømt Búskapargrunn Føroya.

 

Helst mest ósosiali politikkur nakrantíð:

–          Søguliga stóra pensjónsskattahækking upp í 40% frá fyrstu krónu, hevur rakt láglønt serliga hart.

–          Undirgravað framtíðar vælferðarsamfelagið við at brúka framtíðar pensjónsskatt í dag.

–          Økt ójavnan munandi við at lata flatskattalætta upp í 7000 kr. um mánaðin til hálønt, men pensjónsskattarokning til láglønt.

 

Økt skuld við omanfyri 1 mia. kr. og brúkt 1 mia. av framtíðar pensjónsskattainntøkum:

–          Undirgravað fíggjarliga haldførið hjá landskassanum.

–          Økt landsins skuld við omanfyri 1 mia. kr.

–          Brúkt 1 mia. kr. av framtíðar pensjónsskatti umvegis forskatting.

 

Undirgravað álitið á landsins leiðslu:

–          CIP Skálafjarðatunnilsmálið, ið mundi kostað samfelagnum eina eyka milliardaútreiðslu.

–          Avlurtingarpakkin partvíst settur í verk.

–          Misálitsvekjandi framferð í sambandi við avtøku av Landsbankanum , forskattingina og flatskattalættan.

–          Sagt ósatt fyri Løgtinginum – men onga avleiðing.

 

Manglandi nýskipanir:

–          Ongin fiskivinnunýskipan.

–          Ongin heilsunýskipan.

–          Ongin skúlanýskipan.

–          Ongin nýskipan av miðfyrisiting.

–          Ongin pensjónsnýskipan – bert tvungin uppsparing og søguliga stór pensjónsskattahækking.

 

Latið okkum saman seta nýggja og savnandi kós

Tjóðveldi vil seta kós móti einum sjálvbjargnum Føroyum, seta í verk mennandi nýskipanir og fremja ein politikk, ið er til fyrimuns fyri alt fólkið – bæði okkum sum her eru, okkara børn og komandi ættarlið. Les hvussu her: http://www.tjodveldi.fo/?page_id=90

Latið okkum saman tryggja, at alarmerandi avrikslistin ikki gerst longri. Vel eina nýggja og savnandi kós fram móti einum sjálvbjargnum Føroyum – og at endurreisa álitið á landsins leiðslu.
Hetta ber til við tínum stuðli 1. september.

 

Kristina Háfoss

Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad