Lýsing

Fólkaflokkurin ynskir at rudda upp eftir sær sjálvum

Fólkaflokkurin sigur nú, at tey vilja aftur til valdið fyri at avtaka flatskattin. Og hetta skal gerast við at geva lág og miðalinntøkum ein skattalætta. Sjálvandi er tað gott, at tey soleiðis vilja rudda upp eftir sær sjálvum.

 

Men tað er nokkso margháttligt, at tey við flatskattinum uttan himpr hava sett 600 fleiri føroyingar í fátækravága í navninum á “at tað skal loysa seg at arbeiða”. Trupulleikin við uppruddingini hjá Fólkaflokkinum er eisini, at skulu skattainntøkurnar hjá lág- og miðalinntøkum lækka má hetta gerast yvir kommunuskattin.

Tað vil siga, at tey ætla at senda rokningina til kommunurnar, sum samstundis hava fingið fleiri uppgávur at umsita; m.a. eldraøkið.Vit vita, at fleiri kommunur eru illa fyri,. Skulu tær nú til at lækka skattainntøkurnar samstundis, sum tær hava fingið álagt krevjandi uppgávur, so kemur at standa á onkustaðni. Ti er besta loysnin at breiðka skattagrundarlagið.

Fiskivinnurreformur og alivinnureformur kann geva fleiri inntøkur til landskassan. Hetta kemur ikki at verða til ampa fyri tey, sum eru í vinnulívinum ella sum koma inn í vinnulívið, ti hesi longu, sum er, noyðist at rinda nógv til privatar fyri at fáa loyvi at fiska og virka í vinnuni.Hesum reformum er Fólkaflokkurin ímóti. Tí eru reformarnir ongan veg komnir. Og so mugu vit heldur ikki verða bangin fyri aftur at fáa eina skattaskipan har tær sterkastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar.

 

Tí er best, at Fólkaflokkurin fer í andstøðu nøkur valskeið, so aðrir flokkar sleppa framat at rudda upp og fáa landið á beint aftur. 
Besta trygdin fyri hesum er, at vit øll velja ein sterkan Tjóðveldisflokk á ting.

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad