Lýsing

Nú er nokk!

Eg sum mong onnur, havi fingið nokk av tí politiska óskili, sum hevur valdað hesi seinastu árini. Eg sakni erligheit í føroyskum politikki, eg sakni áræði, tryggleika og eina visión, at føroyskir politikarar kunnu føra okkara land trygt fram á leið. Eitt tað størsta dømi um óskil í nýggjari tíð er flatskatturin. Flatskatturin verður fíggjaður við at forskatta pensjónir, og øll vita vit, at pengar sum verða brúktir nú, ikki kunnu brúkast umaftur í framtíðini. Samgongan hevur gjørt okkum til ránsmenn, sum taka pengar frá okkara egnu børnum, og øll vita vit, hvør fær hendan skattalætta. (Ikki tey lágløntu)
Tað seinasta, sum vit nú hoyra frá fólkaflokkinum, er at nú skulu tey lágløntu EISINI fáa ein skattalætta á 30%, sum í roynd og veru er ein skattahækking. Her er eitt sera gott dømi hjá Kristinu Háfoss:

“Landsskatturin er í dag 20% og kommunuskatturin ymiskur. Um størsta kommunan verður nýtt sum dømi, so er kommunuskatturin har 20,25%. men har er botnfrádráttur, tvs. at fólk rinda ikki landsskatt av teimum fyrstu 65.000 kr., og heldur ikki kommuskatt av teimum fyrstu 30.000 kr. Samanlagdi skatturin hjá einum, ið fær 15.000 kr. um mánaðin er tí 29,7%. Og øll við inntøku undir hetta, rinda enn lægri skatt. Hevur tú børn og barnafrádráttir liggur skattaprosentið sjálvandi enn lægri, og skalt tú tá enn longur upp í inntøku, áðrenn tú rindar 30% í skatti”

Eg vóni ikki, at veljarin letur seg lumpa av hesum. Tað er for galið, at landsins leiðarar ferð eftir ferð standa og siga ósatt fyri fólkinum!

Livar Nysted, listi E

Livar Nysted

Deil hesa grein umvegis
468 ad