Lýsing

Sjálvstøðugar Føroyar

Tjóðveldi er ein fullvedisflokkur ið heldur fast um at tað ber til at skipa ein sjálvberandi búskap í føroyum óheft av donskum ríkisveitingum. Vit vita eisini at tað er tað einasta rætta at gera.

Tað er strævi men umráðandi at sannføra fólk, ið ikki líta á egnar førleikar og stríðshug. Tað er synd at partur av fólkinum ikki ynskir fíggjarliga ábyrgd av egnum landi. Har partur av fólkinum sær, tað at taka ábyrgd av egnum landi sum politiskt sjálvmorð.

Stuðul í einum búskapi, í form av innspræning uttanífrá, hevur við sær eitt slag av doyvandi virkan á fólki, sjálva fíggjarstýringina og politisku raðfestingarnar ið gerast heldur stuttskygdar, tí næsta mánað rindar mamma aftur húsaleiguna og nýtist okkum ikki at forvinna tann peningin sjálvi.

 

Vit ríka um tey ríkastu, millum annað tí tað ber til, tí danskur peningur frátekur okkum ábyrgdina av at læra at húsast við tí vit hava og at virðisøkja alt tilfeingi sum mest. Vit liva stórt sæð eftir eini meginreglu um at fleiri tons er meiri peningur, meðan vit sjálvandi eiga at spyrja, kann meiri fáast burtur úr hvørjum tonsi ? Vit mugu røkja vit stovnarnar so vit framhaldandi hava eitt burðardygt grundarlag undir búskapinum. Vit mugu steðga politiskari útluting av loyvum har vinnan handlar loyvini, og landi einki fær burtur úr.

Eg vil heita á tykkum, ið ivast hvar krossurin fer, at hyggja í stevnumið floksins http://tjodveldi.bohr.thomsen.fo/wp-content/uploads/2014/10/Tjodveldi_Stevna_Stevnumid_2014.pdf
og valskránna hjá Tjóðveldi. http://www.tjodveldi.fo/?page_id=5360

Tjóðveldi hevur stríðst fyri hesum hjartamálið at avmedisinera føroyskan búskap og politik síðani flokkurin varð stovnaður, Tjóðveldi hevur drigið flokkar ið ikki tora aftaná sær, og eingin teirra ynskir í dag at vit skulu lata aftur tað vit hava heimtikið úr Danmark. Tað skal sigast at um valstríði er tamt og gruggut, so ivast tú ongantíð í hjartamáli Tjóðveldsins.

 

Tá tú hevur sett krossin við Tjóðveldi hevur tú víst at tú virðir fólki og landið. Og tú sigur nei til stættarmunspolitik

 

Emil Hermansen

 

Tjóðveldi

Emil Hermansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad