Lýsing

EITT LÍTIÐ FET AFTRAT ÍMÓTI SJÁLVBJARGNI

Føroyar hava átrokandi tørv á eini savnandi kós fram ímóti búskaparligum sjálvbjargni og politiskari sjálvstøðu. Teirri kósini vil eg fegin virka fyri, og tí stilli eg upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 1. september.Meðan Sambandsflokkurin nátt og dag tosar um blokk, vísa vit í Tjóðveldinum á, at búskapurin síðan 1998 er vaksin úr 7,5 mia. kr, upp í 15,2 mia. kr. Hann er onki minni enn tvífaldaður, men kortini tosa tey bara um blokk – og meira blokk – úr Danmark.

Hendan tvífaldingin stendst av áræði og dugnasemi í fólkinum í Føroyum, og áræðið fer um skamma stund at rudda slóð fyri, at Føroyar verða búskaparliga sjálvbjargnar, tí blokkurin er nú bara 4,5 prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni.

Avgerandi er, at vit næstu 4-6 árini húsast soleiðis, at búskaparvøksturin styrkir okkara felags grundarlag, og at vit ikki útarma landskassan eins og farnu árini. Nýggj virðir skulu skapa størri vælferð og trivnað, og blokkurin skal so líðandi útfasast.

Sambandsflokkurin vil ikki, at Føroyar verða sjálvbjargnar, tí hann veit, at sjálvbjargni slóðar fyri politiskari sjálvstøðu. Tí málar hann allar hugsandi ræðumyndir. Men nú vantar sera lítið í, og verður Sambandsflokkurin settur til viks, ber til at taka síðsta takið.

Megin býr í fólkinum, vinnulívinum og mentanini, og aldrin hava vit verið nærri sjálvbjargni enn beint nú. Húsast vit rætt og miðvíst øllum at gagni í samfelagnum, verður politiska sjálvstøðan veruleiki skjótari, enn mong ímynda sær.

Vælferðina í Føroyum tryggja vit sjálvi við at skipa samfelagið eftir egnum tørvi og við føroyskum loysnum. Eisini Sambandsflokkurin mátti ásanna hetta, tá hann á Christiansborg bað um meiri danskar pengar til heilsuverkið og varð vendur í hurðini.

Fólkaflokkurin ásannaði tað sama, tá hann í 2012 fór til Danmarkar at hækka blokkin við 200 mió. kr. árliga. Har gekk onki, og teir komu aftur við eini prístalsregulering og fingu boð um at húsast við egnari megi í egnum landi.

Sjálvbjargnisleiðin er tann trygga leiðin. Henni ráða vit sjálvi.

 

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad