Lýsing

Góði veljari – lat teg ikki lumpa !

Nú ræður um hjá øllum veljarum at vera á varðhaldi, tí tað vísir seg, at einki mark er fyri, hvat tey ymsu valevnini og flokkarnir nú bjóða fram. Alt millum himmal og jørð verður brúkt at egna við. Freistandi er at bíta á, tá gott og leskiligt agn er á; men ver varin, tí tá krossurin er settur 1. september, so vendst ikki aftur.

Fólkaflokkurin er farin at lova skattalætta til láglønt. Hetta er reint bluff. Tí, um vit hyggja eftir, hvat tey lágløntu hava fingið frá sitandi samgongu, so er tað ikki inn í eygað. Nei, góði veljari. Lat teg ikki lumpa, men hygg heldur eftir rikna politikkinum hjá sitandi samgongu. Bert tey ríku hava fingið enn meir.

At tey lágløntu hvørki hava fingið vátt ella turt frá sitandi samgongu, vísir eisini broytingin í pensjónsskattinum. Tí pensjónsskatturin er hækkaður úr 35% upp í 40%. Hetta vísir bara, at sitandi samgonga als ikki hevur arbeitt fyri teimum lágløntu, men tvørtur ímóti bert fyri teimum væl bjargaðu í samfelagnum. Og tí er stættarmunur í tí føroyska samfelagnum bert vaksin undir sitandi samgongu.

Tað er tí av alstórum týdningi – góði veljari – at tú ístaðin fyri hyggur gjølla eftir rikna politikkinum. Tey lágløntu hava als ongan góðan havt í samgonguni, og tað er neyðugt at fáa broytt hesa gongd. Tað gerst ikki við at velja tey somu aftur, sum hava sitið við róðrið seinasta skeið, men ístaðin geva teimum durafjórðingin.

Góði veljari – lat teg ikki lumpa, men gev sitandi samgongu eitt gypp í reyvina.

Jákup Dam, listi E

Jákup Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad