Lýsing

Veljarar vaknið!!!

Tað verður ikki við Fólkaflokkinum og Jacob Vestergaard, at vit fáa eina fiskivinnu nýskipan! Hetta hava teir mótarbeitt av øllum alvi seinasta valskeið. Fólkaflokkinum dámar best, at fiskiríkidømi er á so fáum hondum sum møguligt! Fólkaflokkurin er eisini garanturin fyri, at útlendingar fara avstað við yvirskotinum av ogn Føroya fólks! So kunnu tokuhornini ýla um, at pengarnir skulu arbeiða úti í vinnuni! Sannleikin er, at yvirskotið av okkara tilfeingið verður drenað beinleiðis til Íslands og Hollands!

Havrannsóknarskip verður ikki bygt so leingi Fólkaflokkurin situr á málsøkinum!

Ríkisveitingin verður hvørki fryst ella minkað við Fólkaflokkinum á odda!

Tað verður ikki við Fólkaflokkinum á odda, at Føroyar verða sjálvstøðug tjóð!

Tað verður ikki við Fólkaflokkinum, at vit verða fíggjarliga sjálvbjargin! Hóast alt uppisjóvarríkidømi seinastu árini, er skuldin hjá landskassanum vaksin!

Tað verður ikki við Fólkaflokkinum, at lág- og miðallønt fáa nakran skattalætta! Álvaratos, vaknið fólk, Fólkaflokkurin fjálgar einans um tey, ið hava nokk frammanundan!

Tað verður ikki við Sambandsflokkinum, at vit fáa eitt betri heilsuverk! Ongantíð áður hava vit hoyrt um líknandi kaos á Landssjúkrahúsinum! Tað verður ikki við Sambandsflokkinum at vit fáa nakra loysn viðvíkjandi fólki í fátækarváða!

Psykiatriska skaðastovu fáa vit ikki við Sambandsflokkinum við ræði!

Men at ræða ungdómin við, at tey ikki sleppa undir víðari lestur uttan so tey hava reyð pass, og at Føroyar ongantíð mugu standa á egnum beinum, tað dugir Sambandsflokkurin. Somuleiðis er Sambandsflokkurin garantur fyri, at vit helst ongantíð skulu verða ein sjálvstøðug tjóð!

Miðflokkurin hevur einans hesi lyftið til veljaran: Hjúnarbandslógin má ikki broytast og at fólk í fátækarváða bert skulu ringja til Almannaverkið!

Hvat fer av Miðflokkafólkið um samkynd sleppa at ganga saman í hjúnarlag? Hvat er tað tey eru so bangin fyri? Og ikki koma við argumentum, ið eru totalt langt úti, so sum, at hetta førir til, at so vil onkur gifta seg við eini tík, ella fressi! Ella fleirgiftur!

Og at fyrigykla fólki, at tey einans skulu ringja á Almannaverkið, um tey eru í fátækarváða, tí har sita fólk og bara bíða eftir at taka telefonina! Er tað eingin í Miðflokkinum, ið kennir nakað til Almannaverkið? Fyri tað fyrsta eru tey undirmannaði, og sita alt annað, enn hendur í favn og bíða eftir at telefonin ringir! Síðan hava tey eina avoldaða lóg at halda seg til! Og so løgið tað ljóðar, so má peningur setast av á fíggjarlógini til hetta endamál!!!

So vaknið veljarar!!! Gev Tjóðveldi tína atkvøðu! Vit fara til arbeiðis, og vit loysa alt hetta saman!!!

Vel Paula T. P. á lista E

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad