Lýsing

Føroyingar – útpurring!

Skulu tjóðveldisfólk hava umboð á Føroya Løgting, so er tað nú, vit skulu tørna út. Tað er okkara skylda at steðga hesum svarta afturhaldinum. Blokkurin er for lítil. Vit eru for lítil. Vit eru for fá. Og hví skulu vit klára okkum sjálvi? Vit kenna hvønn annan, og tí eru vit so ræðuliga ógegnig. Vit kunnu ikki yvirtaka nakað. Loftrúmið, nei. Politiið, nei. Útlendingamál, nei. Nei, nei, einki ber til.

Um tú heldur tað vera for flovisligt at siga “Kom og doyggj”, so hevur tú møguleika at gera sum Sjúrður Skaale – láta sum um – pretend. Eru vit ikki eitt ordiligt land? – sjálvt um tað stendur “for så vidt angår”? Ger tað nakað, um vit brúka grundlógina hjá einum øðrum landi?. Høvdu vit ikki kunnað livað deiliga sosialdemokratiskt innan fyri EU. Status quo er loysnin. Broyt einki. Tað gongur yvir miðal í Føroyum. Hví skal man spilla hyggeligan danska amtshugnan, tá vit hava tað so gott. Hví seta spurningar um sovorðið býtt sum tjóðskap?

Sambandið og javnaðurin er hvør verri enn annar at sáða illgras.

Hví skulu vit IKKI hava eina føroyska grundlóg? Danir, norðmenn, sviar og íslendarar hava. Hví skulu føroyingar IKKI gera sum hinir – húsast við tí sum er? Vælferðin er í vanda, sigst. Eg havi ikki biðið um høgt belagt smyrjibreyð og reyðvín – Kunnu vit ikki sleppa at ganga undir lívsins mest einføldu og burðardyggu meginreglu – at húsast við tí, sum er. Uttan kunstigan andadrátt úr Danmark. Lívið er ikki ein donsk náðigáva. Lívið er ein føroysk uppgáva.

Flaggstríðið tók sína tíð. Málstríðið sína tíð. Skúlastríðið sína tíð og tjóðarstríðið tekur sína tíð og einaferð fara Føroyar at sigra.

Tann dag vit sigra á okkara egna afturhaldi fer at loysna.

Reisist og veljið tjóðveldi.

Jógvan í Skorini

 

 

Jógvan í Skorini

Deil hesa grein umvegis
468 ad