Lýsing

Sambandsflokkurin spælir hassard við føroyska búskapinum

Sambandsflokkurin sær ikki tey virði, sum tað føroyska fólkið hvønn dag skapar, og sum er orsøkin til, at vit eru før fyri at hava eitt vælferðarsamfelag. 
Hvønn morgun fara kvinnur og menn til arbeiðis. Nógv arbeiða í fiski, í alivinnuni, I skúlum, og onnur ansa børnum og eldri og arbeiða í almanna og heilsuverkinum, meðan onnur gera vegir og tunnlar og uppaftur onnur arbeiða fyri okkara søgu og mentan og so framvegis. 
Tað er rættiliga ymiskt, hvat øll hesi gera.

Men felags fyri hesi øll er, at tey skapa virðir og ein búskaparvøkstur, sum til samans fíggjar tað samfelag, vit øll ynskja at liva væl í. 
Tí er tað ein háðan móti føroysku arbeiðarafjøldini og starvsfólkum kring landið og á sjógvi, at sambandsflokkurin áhaldandi sigur, at høvuðsinnøka okkara – og enntá trygdin fyri einum vælferðarsamfelag – kemur úr Danmark. 
Sambandsflokkurin eigur at vita, at í 1998 var blokkurin 13 % av búskapinum – nú er hann 4,5 %. Kortini tvíheldur Sambandsflokkurin um, at blokkurin er størri trygd enn tey 95 prosentini sum føroyingar skapa!
Sambandsflokkurin sigur, at jú størri blokkurin er, jú hægri er vælferðin. Tað er annars ein logikkur, sum ikki er sæddur í nøkrum øðrum vesturlendskum samfelag.

Tað einasta, sum kann forsvara, at eitt samfelag tekur móti veiting frá einum øðrum samfelag, er at landið er á knøunum fíggjarliga. 
Føroyar eru ikki á knøunum fíggjarliga. Gamaní er illa stýrt seinastu árini, men pengarnir floyma inn í samfelagið, sum ongantíð áður.

Pengarnir enda bara tíverri í nøkrum fáum lummum. – ístaðin fyri at pengarnir blivu brúktir til at røkja føroyska samfelagið og føroyska vælferð. 
Var væl stýrt høvdu sjálvt sambandsumboð sæð, at tað var skeivt at biðja annað land rinda fyri okkara vælferð – til dømis fyri heilsuverkið, sum er tann primeri sektorurin, sum sambandsmenn biðja danir rinda fyri okkum.

Samstundis sum Sambandsflokkurin tvíheldur um at blokkurin er størri trygd fyri vælferð enn arbeiðsídni hjá føroyingum, so velur flokkurin at ignorera fiskivinnu- og alivinnureformin, ignorera inntøkurnar frá flogførunum, sum hvønn einasta minutt flúgva yvir landið okkara, ignorera øktar inntøkumøguleikar við øktum útflutningsvirði, ignorera øktar útreiðslur av at útflyta persónligar upplýsingar og harvið enntá degraderar serøkið Elektron, ignorerar førleikamenning og øktar inntøkur av at verða partur av alheims felagsskapum osfr osfr.

Tí vil eg heita á Sambandsflokkin at halda uppat at spæla hassard við føroyska búskapinum. Her liggja 100 tals milliónirí inntøkum til landskassan og bíða eftir arbeiðsførum politikkarum. Hetta gera vit við at vendu eyguni frá pengunum hjá øðrum og seta kikaran móti egnum inntøkumøguleikum.

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad