Lýsing

Politiskar avgerðir kunnu fáa katastrofalar avleiðingar

Allar avgerðir, ið verða tiknar á Føroya Løgtingið, røkka langt inn í framtíðina.

Tí er alneyðugt at fyrireika øll lógaruppskot, soleiðis at løgtingsfólk kenna avleiðingarnar av teimum avgerðum, ið tey taka. Alt ov ofta taka løgtingslimir avgerðir uttan at vita, hvørjar avleiðingarnar eru.

Tað er skjótt at samtykkja uppskot, sum fáa stórar avleiðingar fyri alt fólkið, uttan at hesi uppskot fáa ta neyðugu viðgerðina. Hetta slagið av løgtingsarbeiði má halda uppat.

Tá ið vit taka stórar avgerðir í okkara privatlívi, sum t.d. at keypa okkara egnu hús, hugsa vit vanliga væl og leingi um, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri okkum, tí vit binda okkum nógv ár frameftir. Tey flestu ynskja ikki at keypa eitt hús, har útreiðslurnar eru so høgar, at tey ikki samstundis hava ráð til mat og klæði. Tí hugsa vit okkum væl um, tá ið vit taka slíkar avgerðir, og soleiðis skal tað eisini verða, tá ið løgtingslimir taka avgerðir fyri Føroya fólk .

Neyðugt er at fyrireika uppskotini væl, soleiðis at tingfólk frammanundan vita, hvørjar tær mest týðandi avleiðingarnar av uppskotinum eru, og hvat hetta kemur at merkja fyri vanliga føroyingin. Ofta ber ikki til at bakka aftur uttan ógvusligan meirkostnað. Eitt gott dømi um hetta er forskattingin av pensjónununum. Tí má dygdin av tí arbeiði, sum fer fram í løgtinginum, betrast – og ongantíð ov skjótt.

Vit mugu menna ein hugburð, sum røkkur longur fram enn komandi fýra árini.

Vit mugu fremja grundleggjandi loysnir heldur enn lappaloysnir, sum kunnu grugga og forða fyri grundleggjandi loysnunum.

Trinemia Johannesen

løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Trinemia Johannesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad