Lýsing

Námsfrøðin fyri hóttafalli

Í fleiri ár hevur Pedagogfelagið gjørt vart við, at starvslærutíðin hjá námsfrøðilesandi er alt ov stutt, og at hon átti at verið endurskoðað í sambandi við, at sjálv útbúgvingin verður endurskoðað.

 
Limir í Pedagogfelagnum, sum eru starvslærarar, hava fleiri ferðir gjørt vart við, at samsýningin, tey fáa fyri at hava starvslærunæmingar, er alt ov lítil, og at hon treingir til at vera endurskoðað og økt munandi.

 
Samráðingar vórðu tiknar upp við Fíggjarmálaráðið, og Pedagogfelagið legði eitt uppskot fyri mótpartin, sum var stak rímiligt og ikki kostnaðarmikið.

 
Í veruleikanum hevur fíggjarmálaráðið spart stórar upphæddir í starvslærulønum til námsfrøðingar, tí starvslærutíðin í sambandi við nýggju námsfrøðingaútbúgvingina varð stytt við fleiri vikum á hvørjum lestrarári.
Í dag lesa námsfrøðingar og lærarar á somu útbúgving, og tað er sera hugstoytt at ásanna, at samsýningin til starvslærara hjá einum námsfrøðilesandi er ein fimtapartur av tí hjá starvslæraranum hjá einum læraralesandi. Tað minnir mest um diskriminatión. Samsýningin er góðar 20 kr um tíman, og tað hevur hon verið seinastu 20 árini.
Á páskum í ár var semingsmaðurin við á fundi við samráðingarpartarnar og royndi at finna eina semju, men mátti ásanna, at har var alt ov langt millum partarnar.

 
Sigast skal, at lønardeildin ongan vilja vísti til at samráðast ella til at viðgera støðuna virðiliga. Tað einasta, tey høvdu frammi, var, at samsýningin sambært teimum átti at minka.

 
Hetta gjørdi, at Pedagogfelagið tók stig til at lýsa verkfall fyri allar starvslærarar hjá námsfrøðilesandi.
At tað skuldi taka so langa tíð, uttan at nøkur loysn var funnin, var ikki væntandi, og eg má siga, at hetta líkist svartasta ongum. Tey lesandi eru, sum tey eisini sjálv siga, tikin gíslar í stríðsmálinum. Tað er tekin um manglandi virðing fyri teim lesandi, fyri starvslærarunum og ikki minst fyri samráðingarrættinum, tá fíggjarmálaráðharrin als ikki hevur tikið stig til at loysa støðuna.

 
Hetta staðfestir enn einaferð, at fíggjarmálaráðharrin onga virðing hevur fyri námsfrøðiliga starvsøkinum og heldur letur standa til enn at fáa eina semju í lag. Hetta er neyvan nakað hjartamál fyri fólkaflokkin heldur í hesum valstríðnum.

 
Uttan starvslærunæmingar og starvslærarar vera eingir námsfrøðingar útbúnir í Føroyum, og eg skal heilsa og siga, at tað er akuttur tørvur á útbúnum námsfrøðingum kring alt landið. Uttan vælútbúnar námsfrøðingar er samfelagsliga menningin veruliga í vanda.

Maud Wang Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad