Lýsing

Tjóðveldi tvey uppskot á tingi

Á tingfundinum í dag, eru tvey uppskot hjá Tjóðveldi til 1. viðgerð. tað eru mál um broyting í skatting av kapitalvinningi, og um avmarking av samfelagsliga váðanum av útlendskum bankavirksemi

Í februar 2006 legði Bárður Nielsen, táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, fram uppskot til lógarbroyting í kapitalvinningsskattalógini. Lógarbroytingin skuldi tryggja, at rentur, ið stava frá lántøku hjá fólkum, skuldu kunna mótroknast í kapitalvinningi. Tó ikki rentur, sum eru fevndar av lóg um stuðul til rentuútreiðslur. Orðingin í uppskotinum bleiv síðan broytt av táverandi samgongu, soleiðis at talan bleiv um, at bert rentur, sum stava frá lántøku í sambandi við keyp av virðisbrøvum, skuldu kunna mótroknast í kapitalvinningi.

Henda lógaráseting gjørdi tað fíggjarligt meira áhugavert fyri fólk at taka lán fyri at gera íløgur í virðisbrøv, tí við hesum kundu fólk mótrokna rentuútreiðslur til lán, ið tey tóku fyri at keypa virðisbrøv, í møguligum vinningi í sambandi við virðisbrøvini. Harvið skuldi minni skattur rindast av vinninginum.Við hesi lógarbroyting sendi táverandi samgonga og Løgtingið samstundis eisini fráboðan til fólk um, at ynski var um at skunda undir lántøku í sambandi við keyp av virðisbrøvum.

Hetta var eisini nakað, ið fleiri fólk valdu at gera, og eru fleiri eisini komin í fíggjarligar trupulleikar av hesum, eftir at partabrøvini eru fallin í virði, ella heilt hava mist teirra virði.

Eftir standa fólk við láninum.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu privatfólk uml. 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv fyri eftir nýggju regluni um mótrokning av rentum av lánum í kapitalvinningi. Hetta bendir á, at skattafyrimunurin hevur verið við til at skunda undir lántøku til keyp av partabrøvum. Fyri at tryggja, at lóggávan ikki framhaldandi óneyðugt eggjar fólkum til, at taka lán fyri at gera íløgur í virðisbrøv, verður við hesum lógaruppskoti mælt til at taka burtur ásetingina, ið heimilar mótrokning av rentum, sum stava frá lántøku hjá persónum í sambandi við keyp av partabrøvum.

Uppskotið kann takast niður her

Føroyski fíggjargeirin er týðandi partur av undirstøðukervinum í føroyska samfelagnum.

Hesin hevur tí eisini sera stóra ávirkan á tær fyritreytir, ið føroyingar, vinnulív og samfelagið
dagliga mugu virka innan, bæði nú og í framtíðini.

Tað er tí týðandi, at føroyskir myndugleikar støðugt tryggja, at teir karmar, ið fyritøkur í føroyska fíggjargeiranum virka innan, eru til frama fyri føroyska samfelagið, føroyskt vinnulív og føroyingar allar.

Fleiri viðurskifti eru týðandi í hesum sambandi, men hetta uppskot til samtyktar viðger ein høvuðstætt. Nevniliga samfelagsliga váðan av útlendskum bankavirksemi.

Uppskotið kann takast niður her

Deil hesa grein umvegis
468 ad