Lýsing

Høgni Hoydal valdur at umboða Føroyar í Nordisk Kulturfond

Norðurlandaráðið hevur valt Høgna Hoydal at umboða Føroyar í nevndini fyri norðurlendska mentanargrunnin – Nordisk Kulturfond

Nordisk Kulturfond er ein av elstu stovnunum í norðurlendskum samstarvi og hevur virkað síðani 1966. Grunnurin veitir árliga uml. 30 mió. krónur í stuðli til mentan, list, tiltøk, ferðir, verkætlanir og samstarv í Norðurlondum – innan allar mentanar- og listagreinar.

Høgni Hoydal er valdur sum fastur limur í nevndini, meðan Helgi Abrahamsen er valdur sum varalimur.

Høgni Hoydal sigur:

“Eg eri errin av at umboða Føroyar í hesum grunni, sum í skjótt hálva øld hevur havt sera stóran týdning fyri mentan og list í norðurlondum og fyri norrønt samstarv sum heild. Grunnurin fevnir vítt í sínum stuðulsmøguleikum og byggir á, at talan skal vera um listaligt og mentanarligt samstarv tvørturum landamørk. Fyri 15 árum síðani nýtti eg sum landsstýrismaður í norðurlandamálum nógva orku at tryggja, at Føroyar fingu sjálvstøðuga umboðan í Nordisk Kulturfond. Og á øllum økjum, har vit vinna okkum javnbjóðis umboðan, hava vit prógvað, at vit hava nógv ítøkiligt at geva hugsjónini um tætt norðurlendskt samstarv, ið er øllum borgarunum og øllum londunum til frama. Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum hevur umboðað Føroyar væl í grunninum seinastu tvey árini, og eg fari at royna at byggja á royndirnar hjá honum.”

Høgni Hoydal tekur sæti í nevndini frá 1. Januar 2015.

Tjóðveldi

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad