Lýsing

Ung valevni veljast

Ov leingi er ungdómurin blivin hildin uttanfyri, tá ið avgerð er tikin í týdningarmiklum málum, ið viðurkoma okkum ungu

Um í mesta lagið eitt ár er aftur val til Løgtingið, og er tað av alstórum týdningi, at vit savna okkum um ung valevni. Tí um ung ikki gera tað, hvør ger tað so?

Limir Unga Tjóðveldsins fáa mikudagin 26. november á Landsbókasavninum høvi at gera av, hvør skal umboða felagið í valstríðnum til komandi løgtingsval. Hetta er seinni og seinasti uppstillingarfundur hjá felagnum: Fyrri uppstillingarfundur varð hildin 14. november í ár. Sambært lógum Tjóðveldis kann felagið stilla tvey valevni upp á flokslistanum.

Fundurin byrjar kl. 19 við, at Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, hugleiðir um týdningin av einum virknum ungdómi og hvørja ávirkan, ungdómurin kann hava á samfelagið. Síðani verður uppstillingin avgreidd, og eftir hetta verður eisini møguleiki til at kjakast um ymiskt og koma við hugskotum.

Við frælsiskvøðu,
Unga Tjóðveldið

Deil hesa grein umvegis
468 ad