Lýsing

Revsing fyri manglandi fráboðan um grind er eitt “sjálvmál”

Vit skulu sjálvandi verja okkara rættindi viðvíkjandi grindadrápi, men vit eiga at gera hetta á gløggan og málrættaðan hátt – og eiga sjálvsagt eisini at rætta mistøk, tá vit síggja hesi. Og sjálvandi skulu fólk ikki revsast og koyrast í fongsul í upp til 2 ár, bara tí tey ikki fráboða, at tey hava sæð eina grind.

Grindalógin var eitt framstig á fleiri økjum, men tað er ómetaliga óheppið, at henda eina ásetingin í lógini nú fær neiligar avleiðingar fyri ferðavinnuna, samstundis sum hetta gongur út yvir persónliga frælsið hjá føroyingum. Tað er jú órímiligt, at øll fólk í Føroyum skulu áleggjast tílíka skyldu, og revsast um tey ikki halda hana. Og tá tílík fráboðanarskylda er viðvíkjandi grind, hvør fráboðanarskylda verður so tann næsta?  Hartil er tað eisini fullkomiliga ómøguligt hjá myndugleikunum at hava eftirlit við og at hondhevja tílíka áseting, tí hvussu skal kunna prógvast at fólk hava sæð eina grind og ikki hava fráboðað hetta?

Samstundis verður júst henda eina revsi-ásetingin í grindalógini, nú í stóran mun brúkt til at ræða fólk, ið umhugsa at koma til Føroya. Hetta hevur eitt nú Visit Faroe Islands víst á. Ásetingin er tí eisini vorðin eitt gott amboð hjá Sea Shepherd ímóti føroyingum. Síggi hartil, at onkur nú ger alment vart við, at føroyingar ikki skulu leggja í fráboðanarskylduna, tí grindalógin bert skal brúkast ímóti fólkum hjá Sea Shepherd. Men hetta ber jú ikki til í einum rættarsamfelag, og vil eisini bara geva Sea Shepherd enn eitt amboð at brúka ímóti føroyingum.

Fráboðanarskyldan og revsing fyri manglandi fráboðan í grindalógini, tykist samanumtikið tíverri at vera eitt “sjálvmál” frá føroyskari síðu. Men vit kunnu bøta um hetta við, at fremja eina lítla broyting í lógini sum skjótast.

Grindalógin vil bara gerast enn betur av hesum, og vil lógin – ið hevur eina røð av skilagóðum ásetingum, ið skipa grindadráp og revsa átøk, ið skaða hetta – framhaldandi verja okkara rættindi til grindadráp fult út.

Málið má og skal vera, at tryggja føroysk rættindi og áhugamál so væl sum møguligt – og uttan at gera “sjálvmál”.

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad