Lýsing

Tjóðveldi vil savna tjóðina

Tíðin er komin til at vit leggja eina kós fyri Føroyar, har Føroya fólk staðfestir valdið, ríkidømið og vælferðina í hesum landið. Har vit fáa eitt rættvíst og sjálvbjargið samfelag fyri allar borgarar. Hetta loysa vit saman!

 

Tað er at fegnast um, at løgtingsvalið er í nánd, og føroyingar 1. september fáa høvið at geva politisku skipanini sín dóm.

 

Farna valskeið hevur verið merkt hava tjóðskaparligum mistreysti, politiskum ruðuleika, vaksandi ójavna, vinnuligari miðsavning og stjórnarskiparligum kósloysi.

 

Átrokandi neyðugt er at venda gongdini, skapa tjóðskaparliga savning og seta út í kortið eina felags kós fyri Føroya fólk.

 

Tjóðveldi fer til val at gera Føroyar sosialt rættvísari, vinnuliga fjølbroyttari, útbúgvingarliga framfýsnari, búskaparliga sjálvbjargnar og politiskt sjálvstøðugar.

 

Á løgtingsvalinum 1. september fara vit undir hesa tjóðarbygging fyri øll, høg sum lág, ung sum eldri og fólk á bygd og í bý.

 

Løtan er lagalig at savnast, og savningin verður byrjanin til einar betri, rættvísari og sterkari Føroyar. Hetta loysa vit saman!

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad