Lýsing

Kunningartiltak fyri útisetar í samband við løgtingsvalið

Sum lesandi uttanlands hevur tín atkvøða til løgtingsvalið eisini stóran týdning fyri Føroyar. Men ivast tú í hvar og hvussu tú sum útiseti kanst atkvøða, tá restin av Føroyum seta sín kross 1. september?

Mánakvøldið 3. august skipar Tjóðveldi fyri einum kunningartiltaki fyri útisetar um løgtingsvalið. Tiltakið byrjar kl 20 og verður í Perluni. Umboð fyri Tórshavnar Kommunu, Almannamálaráðið og MFS fara at greiða frá mannagongdini og svara spurningum.

Til tiltakið verða faldarir við kunning býttir út, og aftan á fara Eyði og Marianna Højsted Horsdal at spæla og syngja hugnalig løg.

Skrá:
Kl. 20.00: Umboð fyri Tjóðveldi bjóðar vælkomin og sigur frá skránni
Kl. 20.10: Jónas Tór Næs fulltrúi á Almannamálaráðnum greiðir frá mannagongdini við skrásetingini til at atkvøða. Síðani fara umboð fyri Tórshavnar Kommunu og MFS at greiða frá.
Kl. 20.45: Spurningar og svar
Kl. 21.00: Tónleikur
Kl. 21.15: Liðugt

Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis.

Deil hesa grein umvegis
468 ad