Lýsing

Fólkafundur á Òlavsøku

Ólavsøkudag kl. 19.00 á Doktaragrund.

Ólavsøkan nærkast og eins og undanfarin ár skipar Unga Tjóðveldið fyri fólkafundi á Doktaragrund. Hetta plagar at vera fastur táttur av ólavsøkuni hjá nógvum frælsislyntum, og vænta vit eins nógv fólk og undanfarin ár.

Hetta er 13. árið á rað, at Unga Tjóðveldið skipar fyri fólkafundi ólavsøkudag. Røður, skjaldur og tónleikur er á skránni. Í ár bera Kristina Clementsen og Tór Marni Weihe, sum eru løgtingsvalevni fyri Unga Tjóðveldið, fram røður. Magni Arge, ið er næstvaldur fyri Tjóðveldi á fólkatingið, ber eisini fram røðu. Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, ber fram síni eyðkendu skjaldur. Umframt hetta spæla Lisa í Dali og Petur Háberg nøkur løg. Endað verður við tjóðsanginum.

Fundurin er á ólavsøkudag, 29. juli. Hann byrjar kl. 19 og varðar í ein góðan tíma. Fundurin verður hildin á Doktaragrund úti á Reyni.

Skráin í tilvildarligari raðfylgju:
Carl Jóhan Jensen ber fram skjaldur
Lisa í Dali og Petur Háberg spæla nøkur løg
Kristina Clementsen ber fram røðu
Tór Marni Weihe ber fram røðu
Magni Arge ber fram røðu

Deil hesa grein umvegis
468 ad