Lýsing

Kristina hevur fingið svar uppá spurning um bústað til ung á Rásini

 

Fyrispurningur um manglandi bústað v.m. til ung á Rásini – einaferð enn, settur Anniku Olsen, landsstýris­kvinnu (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

 

1.      Er tað rætt, at avgerð er tikin um ikki at taka nýggjar næmingar inn á Rásina komandi ár, tí ikki er møguligt at bjóða verandi næmingum hóskandi bústað v.m.?

2.      Hava verandi næmingar á Rásini ikki enn fingið bústað v.m. bjóðaðan eftir, at tíðin á Rásini er liðug nú seinast í juni?

3.      Um ikki, hví er hetta ikki komið í rættlag eftir trimum árum?

4.      Um ikki, er hetta so í samsvari við § 6, stk. 4 í lóg um skúlatilboð til ung við breki?

5.      Um ikki, er hetta so ikki brot á ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu?

6.      Er tað rætt, at ætlanin er at leingja tíðarskeiðið hjá verandi næmingum á Rásini, eins og gjørt varð fyri trimum til fýra árum síðan?

7.      Hvat ger Almannamálaráðið ítøkiliga fyri at tryggja, at verandi næmingar fáa bústað v.m. í øki eftir egnum vali í summar, og at nýggir næmingar harvið kunnu koma inn á Rásina komandi ár?

8.      Nær er varandi bústaðarloysn funnin til øll tey ungu frá Rásini, sum fingu eina fyribils bústaðarloysn fyri trimum til fýra árum síðan?

9.      Heldur landsstýriskvinnan, at Almannamálaráðið og Mentamálaráðið hava røkt sína uppgávu í hesum málinum?
Viðmerkingar
7 ung fólk við menningartarni eru liðug við 3-ára útbúgving teirra á Rásini nú seinast í juni.  Hóast hetta, so er enn eingin loysn fingin á, hvar tey ungu skulu búgva og virka eftir lokið skúlaskeið.

 

Tíverri sær tað út til, at søgan er við at endurtaka seg. Tí fyri trimum til fýra árum síðan var neyðugt at leingja tíðarskeiðið hjá táverandi næmingum við hálvum ári, tí eingin bústaður v.m. var klárur til tey, tá tey vóru liðug við skúlan. Eftir hálvum ári fingu tey eina fyribils bústaðarloysn.

 

Tað var tá ein gøla, at myndugleikarnir ikki høvdu tosað saman og tryggja teimum ungu nøktandi bústaðar- og virksemisloysn eftir lokna skúlagongd. Hetta hóast myndugleikarnir høvdu havt 3 ár at fyrireika hetta. Almannamálaráðið og Menta­málaráðið lovaðu tá, at hetta skuldi ikki endurtaka seg.

 

Nú eru 3-4 ár aftur farin framvið, og 7 næmingar eru nú aftur til reiðar at flyta í egnan bústað og fara undir vart starv ella annað hóskandi virksemi. Men, sum skilst, er heldur ikki hesuferð nakað klárt til tey ungu frá Rásini.

Hetta hendir enntá hóast tað í lóg um skúlatilboð til ung við breki í § 6, stk. 4 verður ásett: “Ráðgevandi bólkurin skal saman við foreldrum og øðrum myndugleikum fyrireika bústaðar-, frítíðar- og arbeiðstilboð til tey ungu eftir lokið skúlaskeið”.  Eisini hava Føroyar samtykt og sett í verk ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu.

 

Men einaferð enn standa foreldur, lærarar og tey ungu í eini ótolandi støðu. Ein støða sum er óskiljandi, tá myndugleikarnir hava havt meira enn 3 ár at fyrireika eina góða loysn.

 

Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum verður hesin spurningur settur landsstýris­kvinnuni á almannamálum.

 

 

 

Á Løgtingi,   10. juni 2015

 

Kristina Háfoss

 

Svar:

1. Er tað rætt, at avgerð er tikin um ikki at taka nýggjar næmingar inn á Rásina komandi ár, tí ikki er møguligt at bjóða verandi næmingum hóskandi bústað v.m.?

 

Almannamálaráðið hevur fingið staðfest frá Mentamálaráðnum, at nýggir næmingar verða tiknir inn á Rásina komandi ár eins og ætlað. Næmingar eru visiteraðir og hava fingið fráboðan um, hvør hevur fingið tillutað skúlatilboð.

 

2. Hava verandi næmingar á Rásini ikki enn fingið bústað v.m. bjóðaðan eftir, at tíðin á Rásini er liðug nú seinast í juni?

 

Almannaverkið hevur upplýst, at ein bústaðarloysn er funnin til seks av teimum sjey næmingunum, og arbeitt verður við at finna eina loysn til tann síðsta. Tó verður talan um bíðitíð hjá onkrum av teimum.

 

 

3. Um ikki, hví er hetta ikki komið í rættlag eftir trimum árum?

 

Avgerð tikin um, at bútilboðið, ið verður veitt næmingum, ið verða lidnir á Rásini, ikki verður veitt til hesi sum samlaðan bólk, men verður veitt tí einstaka í mun til tørv og ynskir hjá viðkomandi.

 

Tær loysnir, sum funnar eru til teir seks næmingarnar, eru tískil ymiskar.

 

Trý ár kann virka sum long tíð, og landsstýriskvinnan má ásanna, at tað koma at ganga nøkur ár við miðvísum arbeiði, áðrenn vit hava rokkið málinum um at hava útvegað tíðarhóskandi bústaðir til øll, ið hava tørv.

 

Stór stig eru tikin á bústaðarøkinum. Føroyar hava fingið ein bústaðarpolitik og avgerð er tikin um at útvega fleiri sambýli, búfelagsskapir og vardar íbúðir umvegis Bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum soleiðis, at bústaðarmarknaðurin gerst størri og meira fjøltáttaður.

Landsstýriskvinnan ásannar at byggitíðin ikki altíð heldur.

 

Seinastu trý árini hevur Almannamálaráðið arbeitt miðvíst við at byggja tíðarhóskandi bústaðir í Norðoyggjum og Eysturoynni, og nú verður gongd av álvara sett á tilgongdina at útvega fleiri bústaðir í Tórshavn har tørvurin er størstur.

 

Í Norðoyggjum eru ung fólk nýliga flutt inn í nýbygdan búfelagsskap (8 pláss), og ætlandi flyta fólk inn í nýggja sambýli í Klaksvík í september (12 pláss). Í Runavík letur nýtt sambýli upp í heyst (12 pláss) og farið er undir at byggja búfelagsskap (minst 8 pláss). Harumframt lat depilin til fjølbrekað í Runavík upp á heysti 2014

 

Í løtuni verður arbeitt við eini yvirskipaðari út- og umbyggingarætlan fyri høvuðsstaðarøkið har ein ætlan verður gjørd fyri, hvussu tørvurin kann nøktast komandi 10 árini. Gongd er tó eisini komið á tilgongdina við at útvega fleiri bústaðir í Tórshavn, har tørvurin er størstur.  Sambýlið Eystan Heyg (16 pláss) lat upp í fjørð.  Bygginevnd er sett til at gera uppskot til bú-, umlættingar- og frítíðartilboð til børn og ung við autismu í Tórshavn. Avtala er gjørd við Bústaðir um at byggja tveir búfelagsskapir í Tórshavn og ítøkiligar ætlanir eru um at byggja sambýli til fólk við menningartarni, peningur er avsettur til endamálið.

 

 

4. Um ikki, er hetta so í samsvari við § 6, stk. 4 í lóg um skúlatilboð til ung við breki?

 

Sambært § 6, stk. 4 í løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki skal ráðgevandi bólkurin saman við foreldrum og øðrum myndugleikum fyrireika bústaðar-, frítíðar- og arbeiðstilboð til tey ungu eftir lokið skúlaskeið.

 

Tað er Mentamálaráðið, sum umsitur lógina um skúlatilboð til ung við breki og sum eisini hevur ábyrgd av virkseminum hjá ráðgevandi bólkinum.

Almannaverkið umboðar Almannamálaráðið í bólkinum og hevur Almannaverkið havt kunnleika til teir sjey næmingarnar, síðani teir byrjaðu. Almannaverkið hevur brúkt sessin í ráðgevandi bólkinum til at fylgja við menningini hjá einstaka næminginum. Sambært Almannaverkinum varð farið undir formliga visitering um ársskiftið 2015, tá samrøður vóru við næmingar og avvarðandi um framtíðarstøðuna hjá einstaka næminginum.

 

Landsstýriskvinnan fer í næstum at taka spurningin upp við landsstýrismannin í mentamálum um, hvønn leiklut ráðgevandi bólkurin skal hava og hvussu bólkurin skal vera samansettur.

 

5. Um ikki, er hetta so ikki brot á ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu?

 

At tryggja rættindini í ST-sáttmálanum er eitt áhaldandi arbeiði, og landsstýriskvinnan kann bara enn einaferð vísa á, at ferð er sett á tilgongdina við at útvega fleiri búpláss til fólk við serligum avbjóðingum í Føroyum. Við at útvega fleiri bústaðir – bæði sum sambýli, búfelagsskapir og vardar íbúðir, fáa fólk í størri mun møguleika at velja hvar og saman við hvørjum tey ynskja at búgva.

 

Umframt at útvega teim ungu eitt búpláss er eisini alneyðugt, at tey fáa møguleika at hava eitt innihaldsríkt og virkið lív á jøvnum føti við onnur ung í sama aldri og ásannar landsstýriskvinnan at tað tekur tíð at byggja og tá bygt verður gongur ikki altíð sum ætla at fáa byggingina liðuga til ásettu tíðina

 

 

6. Er tað rætt, at ætlanin er at leingja tíðarskeiðið hjá verandi næmingum á Rásini, eins og gjørt varð fyri trimum til fýra árum síðan?

 

Mentamálaráðið hevur staðfest, at verandi næmingar verða lidnir í summar eins og ætlað.

 

7. Hvat ger Almannamálaráðið ítøkiliga fyri at tryggja, at verandi næmingar fáa bústað v.m. í øki eftir egnum vali í summar, og at nýggir næmingar harvið kunnu koma inn á Rásina komandi ár?

 

 

Víst verður til svar til spurning 3

 

 

8. Nær er varandi bústaðarloysn funnin til øll tey ungu frá Rásini, sum fingu eina fyribils bústaðarloysn fyri trimum til fýra árum síðan?

 

Sí svar til spurning tvey.

 

 

9. Heldur landsstýriskvinnan, at Almannamálaráðið og Mentamálaráðið hava røkt sína uppgávu í hesum málinum?

 

Landsstýriskvinnan metir ikki at tað er rætt at gera viðmerkingar til um Mentamálaráðið hevur røkt sína uppgávu í hesum málinum. Landsstýriskvinnan harmast um, at tað ikki eru nóg nógvir bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum í Føroyum soleiðis, at tað vóru sjey búpláss klár til júst hesar sjey næmingarnar.  Hinvegin fegnast landsstýriskvinnan um, at ferð nú er komin á arbeiðið við at útvega fleiri bústaðir.

 

Seinastu trý árini hava Almannamálaráðið og Mentamálaráðið í nógv størri mun enn áður arbeitt við at betra um samskipanina av skúlatilboðum og tilboðum aftaná skúlatíð, samstundis sum arbeitt verður við at skapa fleiri og meira fjøltáttaði skúlatilboð til ung við serligum avbjóðingum eftir loknan fólkaskúla. Í ár hevur Almannaverkið td. verið við til at taka avgerð um, hvørjir næmingar skulu ganga á Rásini komandi tvey árini. Eisini hava Almannaverkið og Føroya studentaskúli samstarvað um tilboð til serflokkin fyri ung við autismu í Hoydølum, og lagt er upp til samskipan nú serbreytin verður skipað á Kambsdali. Í samstarvi við Mentamálaráðið er framtíðarætlanin at taka næmingar inn á Rásina á hvørjum ári.

Deil hesa grein umvegis
468 ad