Lýsing

1000 takk

Hjartaliga takk til øll tykkum, ið hava stuðlað og arbeitt fyri Tjóðveldi á fólkatingsvalinum 2015.
Takka verið hvørjum einstøkum av tykkum, gjørdist Tjóðveldi størsti flokkur, og fingu Føroyar harvið eina tjóðskaparrødd aftur á Fólkating.

 

Ein serstøk tøkk til tykkum 563 kring allar Føroyar – á Argjum, Eiði, Fossanesi, Fuglafirði, Funningsfirði, Funningi, Giljanesi, Gjógv, Gøtugjógv, Haldórsvík, Hósvík, Hovi, Hvalba, Hvalvík, Kaldbak, Klaksvík, Kollafirði, Kvívík, Leirvík, Mykinesi, Nólsoy, Oyndarfirði, Oyrarbakka, Runavík, Sandi,  Skála, Skopun, Strondum, Sumba, Sørvági, Toftum, Tórshavn, Tvøroyri, Vági, Velbastað og í Vestmanna – ið valdu at stuðla mær persónliga.

 

Eri ófatiliga takksom fyri stuðulin og fyri hvørja einastu atkvøðu.

 

Tit hava gjørt tað møguligt, at vit í Tjóðveldi nú fara at røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi – til fyrimuns fyri føroyingar, føroyskt vinnulív og allar Føroyar.

 

Latið okkum saman byggja víðari á hetta fram til komandi løgtingsval.

 

Við tjóðveldiskvøðu,

 

Kristina Háfoss

Deil hesa grein umvegis
468 ad