Lýsing

Nú savnast vit um Føroya søk

Ríkisfelagskapurin er ein ríkisfløkja, og tí er ikki líkamikið, hvørji signal fólkatingsumboð senda politisku skipanini í Danmark. Sera umráðandi er, at sjálvstýrishugaðir veljarar í morgin savnast um eitt fólkatingsumboð, sum greitt talar Føroya søk í øllum lutum á fólkatingi og longri úti í heimi.

Danmark hevur givið seg undir ræðið hjá Evropasamveldinum, men heldur framvegis fast um yvirvaldsrættin yvir Føroyum, sum ikki eru partur av ES. Tað er ein ring støða at vera í, tá Føroyar og ES eru í stríð hvørt við annað um rættin til tilfeingið, sum hoyrir okkara landi og fólki til.

Danmark gjørdi øllum púra greitt í makrelorrustuni miklu, at limaskapurin í ES hevði størri týdning enn felagsskapurin við Føroyar. Tí stongdi Danmark allar sínar havnir fyri føroyskum fiskiskipum og føroyskum útflutningi og tók lut í einum eirindaleysum búskaparligum álopi á Føroyar.

Nógv meiri álvari er tí í hesum fólkatingsvalinum, enn fleiri halda. Okkara virðismiklu áhugamál standa upp á spæl. Fari tí inniliga at heita á allar veljarar á sjálvstýrisvonginum, sum annars ætla sær at sita heima ella spjaða atkvøðurnar, um at fara á val og velja lista E, sum er um reppið at vinna annað umboðið.

Júst tú kanst gera munin, so Føroya fólk sendir eitt greitt signal til politisku skipanina í Føroyum og Danmark um, at føroyingar finna seg ikki í at verða revsaðir fyri at krevja sín rætt til ríkidømi í egnum øki. Gera vit onki, fáa vit fýra ár aftrat við knæfalli frá tveimum sambandsmonnum. Reisast vit, so vinna vit!

Gott val fyri Føroya søk!

Magni Arge

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad