Lýsing

Tað er ikki farligt

Ver góð við tjóðina og vís henni veg út í heim.

Vil henni framburð og undanvind.

Gev henni samhaldsfesti og frælsi.

Vís henni brøðralag.

 

Ómegdin kallar hetta ófrættakent, farligt og nationalistiskt.

 

Men:

Tað er ikki ófrættakent at vilja frælsi til hin einstaka.

Tað er ikki farligt at vilja klára seg sjálvi.

Tað er ikki nationalistiskt at vilja virka á jøvnum føti við onnur.

 

Tá eru vit sum øll onnur. Sum allar aðrar heimsins tjóðir.

 

Og tað er ikki farligt at verða millum hini.

Uttanlanda eru tey akkurát sum onnur fólk.

 

Tað er als ikki farligt.

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad