Lýsing

Tín atkvøða kann gera allan munin!

Vit nærkast: Seinasta veljarakanningin vísir, at tað ber til hjá Tjóðveldi at vinna umboð á fólkatingi. Fáar hundrað atkvøður resta í. Skal tað eydnast, mugu vit standa saman um at velja eina tjóðskaparrødd

 

Er tað ikki ein andsøgn – eitt paradoks – at Tjóðveldi stillar upp til Fólkatingsval?

 

Jú, víst er tað so. Men andsøgnin og paradoksið liggur innbygt í teirri skipan og teirri støðu, vit eru í, til vit hava skipað okkum sum sjálvstøðuga tjóð.

 

Fólkatingssessirnir verða antin brúktir til at binda okkum niður og halda okkum fast í verandi støðu. Teir verða brúktir til at biðja um pengar. Teir verða brúktir til at vevja okkum inn í ES og danskar loysnir ígjøgnum bakdyrnar.  Og teir verða brúktir til at bøna um, at Danmark skal loysa okkara trupulleikar í Føroyum.

 

Ella kunnu allir pallar – og eisini fólkatingsumboðanin – brúkast til at lyfta okkum upp. Teir kunnu brúkast til at tryggja, at ongar bindingar og forðingar verða gjørdar fyri okkum í Føroyum. Og teir kunnu brúkast til støðugt at vísa á, at vit skulu úr hesi ríkisfløkju og gerast eitt sjálvstøðugt fólk undir egnum flaggi í heiminum.

 

Tí stillar Tjóðveldisflokkurin upp – við 12 fjølbroyttum og ídnum fólkum úr øllum landinum. Vit stilla upp, tí vit vilja úr andsøgnini og paradoksinum.

 

Fólkatingsvalið er eitt høvi hjá okkum øllum at velja greitt, hvørjar Føroyar vit ynskja at byggja og hvørjum vit vilja standa fyri sum fólk í heiminum:

 

Skulu vit velja virðingina fyri Føroyum og standa saman um tjóðskaparmál?

 

Ella skulu vit framhaldandi innviklast í ES og í danskan blokk og flokkar?

 

Tí vil eg heita á øll um at savnast um Tjóðveldisflokkin til hetta valið – og tá fer atkvøðan at gera mun.

 

Høgni Hoydal

 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad