Lýsing

Hugsjónir – ikki úrslit, sum kunnu gerast upp í donskum krónum!

Hugsjónin um eina frælsa tjóð, ið sjálv skipar síni viðurskifti, og hevur fult ræði á egnum samfelag og landi, er drívmegin, nú eg havi valt at bjóða meg fram til fólkatingsvalið. Tað kann ikki vera fremsta málið hjá einum politikara, at royna at fáa skattgjaldarar í øðrum londum at gjalda fyri leyst og fast. Úrslit eru góð at vísa á – men tey eru ongantíð eitt mál í sær sjálvum!

Sitandi umboð á fólkatingi, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, hava reklamerað nógv við “úrslitum” – og teir hava eisini lovað, at verða teir afturvaldir, so verða fleiri “úrslit”. Alt gott um tað. Tað hevði nú eisini verið undarligt, um ein ikki hevði nøkur úrslit á vísa á, tá mann hevur sitið í fýra ár á fólkatingi, og havt eini 15-20 fólk í starvi og skrivað nóg nógvar frágreiðingar til at fylla eitt lítið skúlabókasavn.

Tað, sum hevur týdning, er eftir mínum tykki tó, hvussu nógv úrslit ein kann vísa á, men hinvegin, hvørji hesi úrslitini eru. Eg meini so við, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava jú eisini nøkur úrslit at vísa á: størri sosialan ójavna, verri búskaparligt haldføri og framvegis ovurstóra landskassaskuld. Teir kundu sagtans fari til løgtingsval undir herrópinum: vel úrslit! Og fara tað ivaleyst eisini. Allur politikkur er úrslit. Men ikki øll úrslit eru góð úrslit.

Og úrslitini hjá Sjúrði og Edmundi? Spurningurin er, um tey eru liður í arbeiðinum at fremja visjónina um einar góðar og rættvísar Føroyar. Um tey byggja eitt samfelag, har øll trívast og fáa javnbjóðis møguleikar. Um tey styrkja okkara sjálvræði. Gera tey tað?  Stutta svarið er nei. Ongin samanhangur er millum úrslitini og hugsjónina um góða samfelagið. Hugsjónirnar, siga teir báðir eisini beinleiðis, eiga ikki at verða tiknar við niður á fólkatingi. Tær kunnu ikki brúkast til nakað serligt – tær skaffa okkum undir øllum umstøðum ikki fleiri pengar, viðarlundir ella nýggj fongsul.

Grundarlagið undir politikkinum hjá Tjóðveldi er hugsjónin um eina frælsa tjóð, ið luttekur í heimssamfelagnum á jøvnum føti við aðrar tjóðir. Umboðar seg sjálva í Eurovision og olympisku leikunum, hevur ræði á egnum loftrúmi og tryggjar, at politikkurin fremur og skapar rættvísi og samhaldsfesti í samfelagnum.

Hendan hugsjónin er grundarlagið undir okkara politikki. Og okkara praktiski politkkur skal fremja úrslit, ið skapa eitt samfelag, har hugsjónin er berandi. Ikki so nógv úrslit sum møguligt, men so góð úrslit sum møguligt. Og til tess at tryggja okkum, at so er og verður, hava vit samtykt at brúka hugsjónarligu vágskálina. Eitt amboð, har ið vit kunnu kanna, um førdi politikkurin byggir land og er grundaður á røttu hugsjónina. Tryggjar okkum, at úrslitini ikki bert eru úrslit, men fremja hugsjón okkara um tað góða samfelagið. Eitt hvørt ítøkiligt politiskt mál, vit viðgera, eiga vit bara at fremja, um tað javnvigar á vágskálini.

Og hvat er so hugsjónarliga vágskálin? Einfalt. Ein vágskál, har vit spyrja sjey spurningar, tá ið eitt politiskt mál er til viðgerar:

1.      Fremur tað javnrættindi fyri øll?

2.      Fremur tað fullveldi fyri tjóðina?

3.      Fremur tað frælsi fyri øll?

4.      Fremur tað fólkaræði?

5.      Fremur tað samhaldsfesti?

6.      Fremur tað burðardygd?

7.      Fremur tað føroyskar førleikar í einum nútímans heimi?

vágskálin

 

 

 

 

 

Eitthvørt politiskt mál kann leggjast á hesa vágskálina. Er javnvág í, tá ið vit hava sett spurningarnar, so er talan um eitt gott politiskt átak, ið vit kunnu fremja. Er hinvegin ongin javnvág, so eru ivaleyst onnur og betri átøk, ið heldur átti at verið tikin fram um og framd.

Høvdu Edmund og Sjúrður boða frá, at teir í øllum sínum virksemi høvdu vigað politikkin á hesi vágskálini, so hevði eg gleðiliga tikið meg av listanum hjá Tjóðveldi og valt teir. Tað gera teir bara ikki. Teirra politikkur snýr seg um úrslit uttan hugsjón – og tá fært tú ikki góð úrslit. Bert Tjóðveldi tryggjar tær góð úrslit, sum byggja land.

 

Tór Marni Weihe

Deil hesa grein umvegis
468 ad