Lýsing

Skrivligur fyrispurningur

§ 52a fyrispurningur til  Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um avleiðingarnar fyri Føroyar, tá Danmark flytir banka-lóggávu og fíggjareftirlit til ES

 
1.      Hvørjar eru niðurstøðurnar hjá arbeiðsbólkinum, ið varð settur at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland av, at Danmark flytir banka-lóggávu og fíggjareftirlitið – heilt ella partvíst – til ES?

 

2.      Um endaligar niðurstøður framvegis ikki eru gjørdar, hví dregur arbeiðið út?

 

3.      Um endaligar niðurstøður framvegis ikki er gjørdar, eru nakrar ávegis niðurstøður gjørdar? Um so er, hvørjar eru hesar?
4.      Ætlar landsstýrismaðurin at føroyskir bankar eisini – um møguligt – skulu undir eitt ES-fíggjareftirlit?
5.      Ætlar landsstýrismaðurin at flyta enn meira lóggávuvald úr Løgtinginum, niður til danskan ráðharra og/ella til ES innan fíggjarliga økið framyvir?

 

6.      Hvussu nógvir løgfrøðingar starvast í Fíggjarmálaráðnum?

 

7.      Hvat ger landsstýrismaðurin fyri at styrkja fyrisitingina við fólki við løgfrøðiligari servitan innan ES-rætt og fíggjarliga lóggávu?

 

 

Viðmerkingar

 

Danmark flytir nú og komandi tíðina lóggávu fyri bankarnar og fíggjareftirlitið – heillt ella partvíst – til ES. Samstundis eru bankar í Føroyum undir danskari fíggjarligari lóggávu og undir danska fíggjareftirlitinum. Hartil eru Føroyar uttanfyri ES, og fara tí neyvan at gerast partur av ES fíggjareftirliti.

 

Hetta er eitt av fleiri økjum, har Danmark flytir vald og avgerðar rætt til ES, meðan Føroyar framhaldandi eru hangandi í danskari lóggávu.

Hetta ger støðuna sera fløkta, og enn er ógreitt hvørjar avleiðingarnar verða.
Arbeiðsbólkur varð tí, fyri langari tíð síðan, settur at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland av, at Danmark væntandi fer at flyta fíggjareftirlit og fíggjarlóggávu til ES í næstum. Enn hevur tó ikki verið nakað at frætta um úrslitið av hesum arbeiði, og ógreitt er, hví so er.

 

Í verandi støðu sær tað út til, at vit verða slúsað inn í ES umvegis danska bakdyr. Hetta sóðu vit m.a. seinast banka-lóggávan varð broytt í Føroyum. Tí samgongan samtykið at seta í verk umfatandi ES-lóggávu í Føroyum á fíggjarliga økinum í vár. Ein partur av hesum var at geva donskum ráðharra heimild til, við kunngerð at seta ES-reglur í verk í Føroyum. Hetta varð gjørt hóast ovasta løgfrøðiliga ráðgevingin hjá landsstýrinum ávaraði staðiliga ímóti hesum – og hóast víst varð til, at í verandi løtu hevði fyrisitingin ikki neyðugu førleikarnar og ikki fingið neyðugu tíðina til, at meta um avleiðingarnar av umfatandi lóggávuni. Síðan lógarpakkin varð samtyktur, hevur onki verið at frætt frá landsstýrinum.

 

Fyri at fáa lýst hetta mál, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Á Løgtingi, 8. juni 2015

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad