Lýsing

Hví fara á val 18. juni 2015?

Ein kann seta sær spurningin um tað yvirhøvur er nøkur meining í, at føroyingar skulu fara á fólkatingsval ella lata seg stilla upp til eitt fólkatingsval? Valluttøkan til fólkatingsvalini hevur vanliga verið nógv lægri enn til løgtins- og kommunuval. Út frá hesum kunnu vit staðfesta, at føroyingurin ikki hevur serligan áhuga fyri fólkatingsvalinum.
Ynskiligt er, at vit sum skjótast gerast sjálvstøðug tjóð, so at hetta bert verður eitt skammiligt minni, at vit einaferð vóru so undirbrotlig, at vit ikki høvdu fult ræði á landið okkara.
Tað er nú einaferð so, at føroyingar hava tveir sessir á danatingi, og tí er tað sera umráðandi, at hesir sessir verða mannaðir við virðiligum umboðum fyri okkara land. Ikki umboð ið royna at stavnsbinda okkum fastari í kongarríkið, ikki umboð ið bidda seg til útlendskar pengar í vísa seg í formi av flottum verkætlanum, summar ørligari enn aðrar.
Ikki umboð ið royna at tengja okkum nærri ES.

Tað er alt umráðandi at velja eitt umboð ið er ein frælsisrødd, ein ið hevur sjálvsvirðing, ein ið er á varðhaldi, ein ið vil arbeiða fyri javnstøðu millum londini, stutt sagt ein ið umboðar Tjóðveldi!

 

Pauli Trond Petersen

valevni Tjóðveldis til fólkatingsvalið

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad