Lýsing

Vit skulu tryggja rætt okkara at gera egna grundlóg!

Í dag er grundlógardagur, og vit hátíðarhalda grundlógina. Ta donsku grundlógina væl at merkja – vit hava jú onga grundlóg sjálvi. Ikki tí, at vit ikki hava arbeitt við eini føroyskari grundlóg – men tí at danska stjórnin aktivt hevur roynt at forða okkum í at seta hana í gildi. Tjóðveldi fer til fólkatingsval við tí høvuðsmáli, at vit – uttan danska uppíblanding – kunnu samtykkja egna grundlóg, ið staðfestir okkara rættindi og skyldur sum tjóð í heiminum.

Í dag er danskur grundlógardagur, og danir hátíðarhalda, at lógin yvir øllum donskum lógum varð sett í gildi, og staðfesti, at evsta valdi í landinum liggur hjá fólkinum – ikki kongi ella aðali. Grundlógin tryggjar borgararættindi, sum vit í dag halda vera eina sjálvfylgju, eitt nú talufrælsi, trúarfrælsi og rættin at stovna politiskar flokkar. Grundleggjandi fólkaræðislig amboð, ið eru eyðmerki hjá okkum í vesturheiminum.

Føroyar hava eisini tørv á eini grundlóg. Danska grundlógin er góð, men hon er donsk, og tryggjar okkum ikki øll tey rættindi, ið vit eiga og krevja. Og tí mugu vit gera okkara egnu.

Høvuðsmálið hjá okkum í Tjóðveldi á fólkatingi, er at tryggja rættindini hjá føroyingum at taka avgerð um egin viðurskifti. Vit fara ikki at loysa á fólkatingi – men tryggja rættin hjá føroyingum at taka avgerð um loysing ella samband á fólkaatkvøðu. Vit fara heldur ikki at royna at seta egna grundlóg í gildi á fólkatingi – men tryggja rættin hjá føroyingum at seta egna grundlóg í gildi – uttan aktiva mótstøðu frá donsku stjórnini.

Tað er eitt ófravíkiligt krav, at føroyingar taka avgerð um føroyska samfelagið – og at skrivstovufólk og ráðharrar í øðrum londum – tað verið seg í Danmark ella ES – ikki seta seg omanfyri Føroya fólk, og siga okkum, hvussu vit skulu skipa okkum.

Eg fari at hátíðarhalda okkara egnu grundlóg, tá ið hon verður sett í gildi. Hon er liðugt skrivað og klár at seta í gildi, tað einasta, ið manglar, er at politisku flokkarnir seta seg niður og semjast um hana – og at danska stjórnin ikki leggur upp í, og rekur aktivan sambandspolitikk.

Eg hátíðarhaldi – eg vil siga av góðum grundum – ikki donsku grundlógina, men fari gleðiliga at hátíðarhalda ta føroysku, ið vónandi verður veruleiki í komandi løgtingssetu.

Harafturat, so er tíbetur eisini pápadagur í dag.

 

Tór Marni Weihe

Deil hesa grein umvegis
468 ad