Lýsing

Hví fara á Fólkatingsval?

Hví skulu vit fara á Fólkatingsval, spyrja mong? Hví skulu vit halda fram í hesi avoldaðu skipan? Tað hevur jú onki við demokrati at gera, at Danmark tekur avgerðir fyri Føroyar ella at føroysk umboð skulu stýra, hvat hendir í Danmark.
Svarið finst kanska í at tú spyrt teg sjálva einfalda spurningin: Kenni eg meg væl umboðaða sum nú er á Fólkatingi? Tala verandi umboð mína søk? Eru vit nøgd við samband, biddaragongd og at Føroyar verða lirkaðar inn í ES sum Danmark? Og kann ein tjóðskparrødd broyta verandi skipan?
Tíverri er tað – enn – neyðugt fyri tey, ið ynskja Føroyar longur fram á sjálvbjargnisleið, at vera umboðað á Fólkatingi. Fyrst og fremst tí tað er ein týðandi pallur, fyri at koma nærri loysingini og harvið kunnu avtaka sessirnar.
Verður umboð Tjóðveldis avgerandi fyri hvørt Thorning ella Løkka koma í stjórn, fara vit sjálvsagt at royna at fáa sum mest burturúr fyri Føroyar. Fyri okkum merkir tað fyrst og fremst, at vit stuðla tí stjórn, ið gevur føroyska fólkinum fullan rætt til – uttan uppíblanding – at skipa okkum sjálv við egnari grundlóg. Hesum skulu vit “handla” við fyri at stuðla einari stjórn.
Í 2010 vóru allir flokkar á Løgtingi samdir um eina stjórnarskipan. Tá kom Løkke við sjógv á baki til Føroya og segði, at samtyktu vit egnu stjórnarskipan, var tað de facto loysing. Tá hoknaðu summi í kongunum og semjan fór. Tí er tað ikki rætt, tá sagt verður, at vit kunnu bara sjálv semjast um eina grundlóg. Tí statsministeriet fer altíð at halda fast við trongu definisjónina, at “tað er bara ein grundlóg fyri ríkið, tí kunnu føroyingar ikki gera sína egnu”. Hetta er tað, sum er mest týðandi at fáa broytt í eini samráðing við danir. Tað er eisini avgerandi, at fáa danskar politikarar at skilja, at neyðugt er við einari uppgerð við verandi støðu og einari tíðarhóskandi avtalu millum Føroyar og Danmark.
Annars ætlar Tjóðveldi sær ikki at blanda seg í danskan innanríkispolitikk, men í føroyskan politikk á Fólkatingi. Vit skulu brúka sessin til at vera vakthundur viðv. føroyskum áhugamálum og tryggja, at føroyingar verða eftirspurdir í málum, ið hava týdning fyri okkum. Td í ES-málum, handilsmálum, borgararættindum og persóns, arva og familjurættarmálum. Somuleiðis viðv. IWC og luttøku Danmarkar í hernaðarátøkum, avgerðir um loftrúm, tilbúgving og annað, sum beinleiðis hava ávirkan á okkara møguleikar.
Vit ætla at taka ítøkilig mál upp og loysa tey. Td. mongu dømini um føroyingar, ið detta burturímillum lóggávu millum Føroyar, Danmark og ES. Eitt nú ber ikki til at flyta millum londini hjá fyritíðarpensjónistum og fólkapensjonistum. At góðkenna útbúgvingar og vinnubrøv er truplari hjá føroyingum í Danmark enn hjá øðrum norðurlendingum. Og ongin avtala er millum londini, tá viðvíkur foreldrum, ið hava felags foreldramyndugleika og fara hvør til sítt og annar vil flyta við barninum.
So leingi vit ikki hava tikið fult ræði á okkara egnu viðurskiftum er tað tíverri ovmikið at gera hjá einum føroyskum fólkatingsumboði. Vit vilja avtaka sessirnar, men leiðin hagar gongur so løgið tað ljóðar eisini gjøgnum eina fólkatingsumboðan. Tí er neyðugt at velja Tjóðveldi inn á Fólkating.

Gunvør Balle
valevni Tjóðveldis til Fólkatingið

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad