Lýsing

Eg bjóði meg fram at umboða Tjóðveldi á Fólkatingi

Fólkatingssessurin er ein týðandi pallur til at fremja aðalmál floksins um einar frælsar Føroyar. Og hann er avgerandi fyri at fáa danskar politikarar at skilja, at neyðugt er við einari uppgerð við verandi støðu og einari tíðarhóskandi avtalu millum Føroyar og Danmark. Eg haldi meg hava drúgvar og breiðar royndir, ið koma væl við í hesum starvi. Havi starvast í privata vinnulívinum í Føroyum og uttanlands í góð 10 ár, síðan eini fimm ár í føroysku uttanríkistænastuni, m.a sum sendikvinna Føroya í Íslandi og seinastu fýra árini havi eg sitið á Løgtingi.

Mín grundhugsjón hevur altíð verið, at Føroyar skulu verða eitt sjálvstøðugt land. Meir enn 20 ára arbeiðsroyndir í Føroyum og uttanlands hava bara styrkt hesa hugjsón. Fyri mær er tað púra greitt, at skulu Føroyar mennast og vera áhugaverdar hjá ungum fólki at seta búgv í, so mugu vit ráða og stjórna okkara viðurskiftum sjálv. Gjalda og valda. Men í tøttum samstarvi við Danmark og onnur norðurlond. Hetta arbeiðið gerst fyrst og fremst heima hjá okkum sjálvum og í Løgtingi og í Landsstýri, men enn er Fólkatingið ein pallur, har vit eisini noyðast at vera, til tess at gera hugsjónina um einar sjálvstøðugar Føroyar til veruleika.

Frá starvi mínum í Íslandi og sum limur í Útnorðurráðnum, havi eg sæð hvussu nógv tey trý londini í Útnorði hava í felag. Og hvussu sterk vit høvdu verið, um øll trý londini vóru fræls at skipa seg sjálv og fara inn í tey samstørv og samgongur, ið gagna okkum. Møguleikarnir í Arktis eru veldugir. Eisini fyri Føroyar og føroyskt vinnulív. Men sum nú er, mugu vit spyrja danir um vit kunnu sleppa at spæla við. Um vit kunnu sleppa at fáa sess við tey borðini, har stórar avgerðir – sum í stóran mun viðvíkja okkum – verða tiknar.

Hetta skulu vit broyta. Og so leingi vit eru partur av Danmark og uttanríkismál og onnur týðandi mál verða umsitin har, mugu vit framat pallinum á Fólkatingi. Har má vera ein tjóðskaparrødd, sum klokkuklárt virkar og talar fyri einum frælsum Føroyum. Sum ikki bara brúkar sín sess at skava pengar til føroysk prosjekt, og sum búskparliga og mentalt bindur okkum enn fastari at Danmark. Vit skulu halda høvdið høgt og í øllum málum krevja, at føroyingar eiga rættin at skipa øll okkara viðurskifti sjálv.
Gunvør Balle
valevni Tjóðveldis til Fólkatingið

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad