Hví stilli eg upp

Vit vilja økja um rættindini hjá føroyska fólkinum, vinnuni og myndugleikum annars.
Vit vilja økja um samstarvsmøguleikarnar við onnur lond og um inntøkurnar til føroyska samfelagið.
Vit vilja lata upp tær dyr, sum heimastýrisflokkarnir vilja lata aftur.

  • Vit vilja taka sæti sum vanligur limur í millumtjóða felagsskapum
  • Vit  vilja taka ræði á øllum málsøkjum
  • Vit villja tryggja vinnuni góðar og tryggjar karmar
  • Vit vilja tryggja eitt samhaldssamt samfelag, har virðini verða rættvíst býtt
  • Alt hetta vilja vit gera skipað. Við báðum beinum á jørðini.  Í góðum samstarvi við tey fólk og teir myndugleikar, sum varða av hesum økjum, ber hetta til.

Endamálið eigur allatíðina at verða at økja um rættindini, inntøkurnar, førleikan og menningarmøguleikarnar hjá fólkinum.

Við Tjóðveldi fært tú eina sjálvsstýrisrødd á Danating, –  eina rødd, sum er sjálvsstýrisrødd alt valskeiðið.

Tjóðveldi er ikki eitt mál í sær sjálvum.  Tjóðveldi er hinvegin amboðið, sum alheimssamfelagið  viðurkennir,  sum tað, ið skal til, um tjóðin skal virka á jøvnum føti við hinar á altjóða pallinum.

Tí velji eg Tjóðveldi og mæli okkum øllum at gera tað sama.

Annita á Fríðriksmørk, valevni

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad