Lýsing

Tjóðveldi – seks punkt sum venda biddaragongd til tjóðskaparmál

Tjóðveldi hevur í morgun kunngjørt 12 valevni úr øllum landinum. – Fyrst og fremst má sjálvsvirðingin koma aftur í fólkatingsarbeiðið og biddaragongdin má steðga, sigur Høgni Hoydal, formaður.

Í morgun bjóðaði Tjóðveldi til tíðindafund á Gamla Apoteki, har 12 valevni vórðu kunngjørd til fólkatingsvalið. Tey eru:

Høgni Hoydal

Kristina Háfoss

Gunvør Balle

Sirið Stenberg

Páll á Reynatúgvu

Jóhann Lutzen

Torbjørn Jacobsen

Óluvá Klettskarð

Pauli Trónd Petersen

Magni Arge

Tór Marni Weihe

Annita á Fríðriksmørk

Valskráin hjá flokkinum til Fólkatingsvalið varð eisini løgd fram, og er hon í seks punktum. Fyrst og fremst slær Tjóðveldi fast, at neyðugt er at fara frá biddaragongdini á fólkatingi til eina greiða tjóðskaparrødd. Tjóðveldi vil vera á varðhaldi fyri tjóðina á fólkatingi, har flokkurin vil tryggja, at eingin ES regla ella donsk lóggáva verður sett í gildi í Føroyum, uttan at føroyska fólki er eftirspurt. Tey komandi árini fer alsamt meira vald at vera flutt úr Keypmannahavn til Brússel, og neyðugt er, at komandi fólkatingsumboðini fara at berjast sum úlvur á skóg fyri at tryggja, at Føroya fólk ikki verður drigið inn í ES ígjøgnum bakdyrnar.

 

Flokkurin slær eisini fast, at tað er av alstórum týdningi, at vit gera upp við Danmark, nú tað aftur seinastu árini hevur víst seg, at heimastýrislógin hevur spælt fallitt. Mest álvarsliga dømi um, at Danmark og Føroyar fara hvør sín veg á altjóða pallinum var, tá ið ES og Danmark stongdu sínar havnir fyri føroyskum skipum í eitt ár og haraftrat ákærdu føroyingar fyri ránsveiðu í altjóða fjølmiðlum. Hetta hevði Tjóðveldi ikki stillisliga latið um seg ganga.

 

– Stundin er komin til, at vit aftur fáa eitt fólkatingsumboð, sum vil verja áhugamálini hjá føroysku tjóðini, og sum vil tryggja, at eingin avgerðir verður tikin yvir høvdið á okkum í Danmark ella í ES, sigur Høgni Hoydal, formaður.

 

Valskráin hjá Tjóðveldi kann takast niður her

Deil hesa grein umvegis
468 ad