Lýsing

Petur Háberg bjóðar seg fram fyri Tjóðveldi

33 ára gamli havnarmaðurin, Petur Háberg, bjóðar seg fram fyri Tjóðveldi til komandi løgtingsval. – Sjálvt um Føroyar er millum ríkastu lond í heiminum, eru tað framvegis summi, sum ikki fáa endarnar at røkka saman. Og tað haldi eg ikki, at vit sum føroyingar kunnu liva við, sigur Petur Háberg.

– Tað er eingin, sum í dag ivast í, at vit hava fátøk í Føroyum. At vit hava børn, ið liva í fátækradømi. Og eg trúgvi heldur ikki, at tað er nakar, ið heldur hetta vera í ordan. Men hetta átti at ruddað øll onnur mál burtur og fingið hægstu raðfesting: Hvussu loysa vit hettar? Men soleiðis er tað ikki. Raðfestingin er – eftir mínari meting – skeiklað. Vit kunnu ikki blunda og halda, at onkur annar skal skapa rættvís livikor her í Føroyum. Vit mugu sjálv gera tað, sum skal til og býta virðini rætt her í Føroyum. Og tað er m.a. tí, eg stilli upp, sigur hann.

Og hann heldur, at tað eru fleiri aðrar raðfestingar, ið eru ørkymlandi:

– Tosað verður nógv um at fáa útsetar heim. Men ynskja vit tað, umframt at vit í lesa í Føroyum skulu trívast og fullføra okkara útbúgving, so er neyðugt at gera okkurt alvorligt við bústaðarumstøðurnar. Og ein byrjan hevði verið, at bygt almennar leigu- og lestraríbúðir kring landið sum skjótast, so allar ungar familjur fáa ein reellan møguleika at vera ein familja og ikki brotna av strongd, sigur hann.

– Tað átti ikki at verið neyðugt at melda út, men: Eg fari ikki at lúgva. Eg eri greiður yvir, at tað er ein rúgva, eg ikki veit. Fari eg skeivur – sum ikki kemst uttanum – so viðgangi eg tað. Og at vera gruggutur og ógreiður er ikki ein møguleiki. Í stuttum: meiri opinleika og gjøgnumskygni inn í føroyskan politikk, sigur Petur Háberg.

– Tað kennist neyðugt at taka fólkaræðið niður á eygnahædd aftur. Løgtingið skal tæna fólkinum og ikki umvent.

Petur Háberg gongur á Fróðskaparsetrinum og lesur sosialvísindi og samfelagsplanlegging. Hann hevur í nógv ár arbeitt við børnum og ungum í eitt nú Margarinfabrikkini og hevur seinastu nógvu árini samskipað verkætlanina ‘Ung í arbeiði’ í Tórshavnar Kommunu.

Petur bjóðar seg fram at stilla upp fyri Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum hevði fyrsta uppstillingarfund í kvøld.

Deil hesa grein umvegis
468 ad