Lýsing

Verður tað lagaligari fyri lesandi uttanlands at greiða atkvøðu á løgtingsvali ?

Grein 52a fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um broytingar í løgtingsvallógini (lagaligari mannagongdir fyri lesandi uttanlands at greiða atkvøðu á løgtingsvali)

 

 

1.    Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað fyri at gera mannagongdirnar smidligari hjá lesandi uttanlands at greiða atkvøðu til løgtingsval?

2.    Um ja, hvørjar eru ætlanirnar og verður eitt uppskot, ið skal bøta um hesi viðurskifti, lagt fram á Ólavssøku saman við øðrum broytingum í løgtingsvallógini, sum landsstýriskvinnan hevur boðað frá?

3.    Ætlar Almannamálaráðið at skipa fyri kunning til lesandi uttanlands um hvussu mannagongdin er til at velja til løgtingsval – td gjøgnum samskifti við MFS, kommunur og við kunning og leinkjum á heimasíðu ráðsins?

4.    Er møguligt at tey lesandi kunnu skráseta seg at velja talgilt, td. gjøgnum Studna?

5.    Er møguligt at fáa føroysku sendistovurnar skrásettar sum valstað?

6.    Kann landsstýriskvinnan tryggja, at tað verður lættari hjá útisetum at velja til   komandi løgtingsvali?

7.    Ísv við ætlaðu broytingarnar í løgtingsvallógini um at onki valstað kann hava færri enn 100 veljarar, er møguleikin kannaður í hesum sambandi, at gera tað møguligt at atkøða talgilt á teimum smáu valstøðunum?

 

Viðmerkingar:

Sum er, eru galdandi mannagongdir hjá lesandi uttanlands fyri at greiða atkvøðu til løgtingsval sera tungar og stirvnar og tað heldur teimum lesandi frá at fara á val. MFS gjørdi eitt stórt arbeiði áðrenn valið í 2011 við at eggja til og kunna um val-mannagongdirnar fyri at fáa so nógv lesandi sum gjørligt at fara á val. Hóast hetta vóru tað bert 40% av teimum lesandi í Danmark, ið brúktu sín valrætt. Eingi hagtøl eru um hvussu nógv lesandi uttanfyri Danmark greiddu atkvøðu.

 

Stórt ynski er frá MFS og millum útisetar at fáa mannagongdirnar í samband við at velja til løgtingsval smidligari, soleiðis at fleiri lesandi fara at brúka sín rætt til at fara á val. Bara í Danmark eru 1400 lesandi, ið hava møguleika at fara á val.

 

Verandi mannagongd er á leið soleiðis:

●     Fyrst skal ein verða skrásettur í føroyska fólkayvirlitinum, og tað kann ein bert, um ein hevur havt bústað í Føroyum minst 5 ár, áðrenn ein flytur av landinum.

●     Síðani skal ein útfylla eitt umsóknarblað (sum ikki er lætt at finna) fyri at vera skrásettur sum veljari uttanlands, og har skal ein viðleggja eina váttan frá lestrarstaðnum.

●     Tá tað so er komið uppá pláss (hetta kann taka vikur), kann tann lesandi fara inn á eina sendistovu ella kommunukontór at greiða atkvøðu. Men her skal ein tryggja sær, at sendistovan/kommunuskrivstovan hevur tey neyðugu skjølini klár til at greiða atkvøðu. (Valevnir, flokkar – sum tey fáa sent stutt áðrenn valið).

●     Tey, ið búgva uttanfyri Kongaríkið skulu brúka somu mannagongd, men tey skulu inn á føroyska ella danska sendistovu/konsulat fyri at greiða atkvøðu.

 

Áhugin fyri føroyska samfelagnum millum lesandi er sum heild stórur og føroysk lesandi uttanlands ynskja at brúka sín demokratiska rætt at velja, soleiðis at tey kunnu vera við til at skapa tað samfelag, tey hava hug at koma heim aftur til. At hava lættan møguleika at velja, meðan tú ert lesandi er týðandi liður í at halda fast við tilknýtið til føroyska samfelagið. Tað økir somuleiðis um áhugan fyri at fylgja við í hvat fyriferst í føroyskum politikki og samfelagsviðurskiftum.

 

Ynskið millum tey lesandi er, at skipanin verður talgild, td gjøgnum Studna, soleiðis at fólk skráseta seg at kunna velja, tá man søkir um ferðastuðul el.a. Annað ynski er, at Keypmannahavn verður góðkent sum eitt valstað, soleiðis at til ber at velja td. á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn.

 

Landsstýriskvinnan hevur í øðrum fyrispurningi svarað, at hon ætlar at “leggja fyri tingið eitt minni broytingaruppskot, sum bert fevnir um broyting av § 21 í løgtingsvallógini og § 8 í kommunustýrisvallógini á Ólavssøku. Ætlaðu broytingarnar skulu áseta í løgtingsvallógini, at onki valstað kann hava færri enn 100 veljarar og í kommunuvallógini at kommunustýri ikki kann býta kommununa upp í tvey ella fleiri valstøð uttan at valstøðini hvørt sær lúka somu treytir sum til løgtingsval.”

Àhugavert er at vita, um landsstýriskvinnan í samband við hesar broytingar fer at gera aðrar broytingar, ið fara at gera tað lættari hjá lesandi uttanlands at greiða atkvøðu. Og um tað er kannað, um smáu valstøðini við undir 100 íbúgvum kunnu atkvøða talgilt, tí um so var, kundi møguliga ein líknandi skipan verðið brúkt til lesandi uttanlands.

 

19. maj 2015

Gunvør Balle

Tjóðveldi

Gunvør Balle

Gunvør Balle er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad