Lýsing

Eru broytingar í umbúna hjá Landsverki ?

Páll á Reynatúgvu hevur sett Fyrispurning um møguliga einskiljing av virkseminum hjá Landsverki, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í innlendismálum 
1. Er ætlanin at umskipa veghaldið og aðrar uppgávur hjá Landsverki í Føroyum?
2. Um so, eftir hvørjum leisti?
3. Er í umbúna at siga fólkunum, sum arbeiða hjá Landsverki í Sandoynni, úr starvi?
4. Er ætlanin at privatisera virksemið hjá Landsverki í Sandoynni?
5. Er ætlanin at útveita uppgávuna?
6. Er ætlanin at bjóða uppgávuna út?
Viðmerkingar
Í eina tíð hevur ljóðað, at landsstýrismaðurin fyrireikar broytingar hjá Landverki viðvíkjandi veghaldinum. Hettar málið hevur ikki fingið politiska viðgerð yvirhøvur. Tí er ynskiligt, at landsstýrismaðurin váttar, ella avsannar, at broytingar eru í umbúna, og upplýsir Løgtinginum og almenninginum, hvørjar hesar eru, um so er.
Á Løgtingi, 15. mai 2015
Páll á Reynatúgvu

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad