Lýsing

Løgmaður rennur undan ábyrgd

So hendið tað aftur. Løgmaður noktar at svara spurningi frá løgtingsfólki. Hesuferð í málinum um tey átøk, ið skulu til, fyri at fáa Oyggjaleikirnar heim til Føroya aftur. Hetta hendir enntá, hóast Løgmaður varar av føroyskum ítrótti. Og hóast Løgmaður er vitandi um, at skal eydnast at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya, so mugu landsstýrið og politiska skipanin vera týðandi partar av hesum. Hóast hetta, so noktar Løgmaður at svara spurningum um málið. Hetta kann ikki góðtakast.

ÍSF ger onki einsamalt

Tí heldur enn at átaka sær ábyrgd, so blakar Løgmaður alla ábyrgd á Ítróttasamband Føroya (ÍSF), tá umræður at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya. Hetta er alt annað enn nøktandi. Tað er ikki uttan orsøk, at ÍSF mátti taka aftur umsóknina um, at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019, og tað er heldur ikki uttan orsøk, at ÍSF hevur fráboðað, at ongin umsókn verður latin inn til Oyggjaleikafelagsskapin um, at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021. Orsøkin er, at skulu Føroyar kunna fáa undirtøku fyri eini umsókn er neyðugt, at landsstýrið og øll tann politiska skipanin mugu standa saman um hetta, og í verki vísa hetta við greiðum avtalum mótvegis Oyggjaleikafelagsskapinum Hetta er ikki hent á nøktandi hátt enn.

Landsstýrið situr hendur í favn

Men landsstýrið og løgmaður velja tíverri heldur at sita hendur í favn. Tí hóast landsstýrið hevur havt um 2 ár síðan umsóknin at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019 varð tikin aftur, og hóast landsstýrið veit, hvat ÍSF hevur tørv á, fyri at kunna senda umsókn avstað, so eru framvegis ongi útlit fyri, at landsstýrið ger nakað fyri, at vit kunnu fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021.

Freist at søkja í september í ár

Nú hastar málið av álvara. Tí skulu Føroyar fáa Oyggjaleikirnar í 2021, so er neyðugt at lata inn umsókn í seinasta lagi í september í ár. Í verandi støðu hevur ÍSF fráboðað, at ongin umsókn verður latin inn. Orsøkin er, at enn sum áður eru fyritreytirnar ikki fingnar í rættlag.
Hóast hetta, so ber Løgmaður seg nú undan at svara spurningum um, hvat landsstýrið vil gera, fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya. Hetta er eitt stórt vónbrot. Skilji als ikki, hví landsstýrið og Løgmaður eru so lítið áhugað í hesum.

4.000 fólk luttaka í Oyggjaleikum

Hetta átti annars verið eitt mál, ið vit øll vóru samd um at standa saman um, og at fremja Føroyum at frama. Ítróttarliga vilja Oyggjarleikir í Føroyum geva ómetaliga jalig ringárin, samfelagsliga vil hetta vera ein spennandi og savnandi avbjóðing fyri allar Føroyar, og fíggjarliga vilja Oyggjaleikirnir – hóast útreiðslur til fyrireiking og fyritreytir – eisini kasta av sær til alt samfelagið. Nú nógv verður gjørt fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum, er eisini fyri ferðavinnuna upplagt, at fáa Oyggjaleikirnar henda vegin. Á komandi Oyggjaleikum í Jersey væntast um 3.000 ítróttarfólk og um 1.000 leiðarar og hjálparfólk. Hetta sigur ikki so lítið um týdningin av Oyggjaleikunum, sum eisini eru millum stórstu ítróttartiltøk í Evropa í 2015.
So mugu onnur taka ábyrgd og savna flokkarnar
Landsstýrið átti sjálvandi, at savnað umboð fyri allar flokkar á Løgtingi fyri – saman við ÍSF – at viðgera og gera semju um tey átøk, ið skulu til fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya.

Men her hendir onki. Og nú roynt verður at rætta hondina út til landsstýrið, fyri saman at fáa gongd á málið, so vil Løgmaður enntá ikki svara spurningi um, hvørt hann ætlar at kalla politisku flokkarnar inn fyri at viðgera og gera semju um tey átøk, ið skulu fremjast fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021. Vísir bara til ÍSF. Tíverri rennur Løgmaður undan ábyrgd í hesum máli.

Men tá Løgmaður ikki vil, so má onkur annar. Fari í næstum at kalla umboð fyri flokkarnar saman, so vit – saman við ÍSF – fáa tikið neyðug stig fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya sum skjótast. Nú er nokk bíðað.

 

Svar uppá

fyrispurning nr. 85/2014 eftir Tingskipanini § 52a til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingkvinnu,  um átøk fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya

 

 

 

Viðmerkingar

1989 var árið, tá Oyggjarleikir vóru í Føroyum fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Hetta var eitt stórt og stórfingið tiltak, ið eisini skapti stórar ringar í vatninum bæði ítróttarliga, fíggjarliga og samfelagsliga.

26 ár eru nú farin framvið síðan, og hóast Føroyar hava staðið seg sera væl á nógvum Oyggjaleikum, so eru tíverri enn ikki útlit fyri, at Oyggjaleikirnir koma aftur til Føroya.

Tað var annars eitt stórt framstig, tá umsókn varð latin inn um, at Føroyar skuldu hýsa Oyggjaleikunum í 2019. Sum skilst bendið alt á, at hinar oyggjaleika-tjóðirnar vóru til reiðar at stuðla Føroyum í hesum, um fyritreytirnar vórðu tær røttu. Men tíverri mátti ÍSF í seinastu løtu taka umsóknina aftur, um at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019. Fyritreytirnar vórðu ikki fingnar uppá pláss. Hetta var eitt vónbrot fyri nógv. Ein gyltur møguleiki glapp føroyingum av hondum.

Nú er so aftur møguleiki at leggja inn umsókn um, at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya – hesuferð í 2021. Freistin at lata umsóknina inn til oyggjaleikafelagsskapin er í september í ár. Men hóast samgongan nú hevur havt um 2 ár, síðan umsóknin um Oyggjaleikir í 2019 varð latin inn og tikin aftur, so eru fyritreytirnar framhaldandi ikki fingnar uppá pláss. ÍSF hevur tí fráboðað alment, at ongin umsókn verður latin inn um at fáa Oyggjarleikirnar til Føroya í 2021 heldur – í verandi støðu.

Hetta átti annars verið eitt mál, ið vit øll vóru samd um at standa saman um, og at fremja Føroyum at frama. Ítróttarliga vilja Oyggjarleikir í Føroyum geva ómetaliga jalig ringárin, samfelagsliga vil hetta vera ein spennandi og savnandi avbjóðing fyri allar Føroyar, og fíggjarliga vilja Oyggjaleikirnir – hóast útreiðslur til fyrireiking og fyritreytir – eisini kasta av sær til alt samfelagið. Tað sama er galdandi fyri onnur altjóða ítróttartiltøk eru í Føroyum, so sum HM í fimleiki, Norðurlendska juniormeistarakappingin í svimjing og EM/HM undankappingar í fótbólti.

Nú nógv verður gjørt fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum, er eisini fyri ferðavinnuna upplagt, at fáa Oyggjaleikirnar henda vegin. Á komandi Oyggjaleikum í Jersey væntast um 3.000 ítróttarfólk og um 1.000 leiðarar og hjálparfólk. Hetta sigur ikki so lítið um týdningin av Oyggjaleikunum, sum eisini eru millum stórstu ítróttartiltøk í Evropa í 2015.

Tá tað eru so sera nógv viðurskifti, ið tala fyri, at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya undrar, at tað frá landsins síðu ikki verður gjørt meira fyri, at fáa fyritreytirnar, ið skulu til fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya, í rættlag. Latið okkum saman fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021!

Fyri at fáa lýst málið – og fyri saman at fáa framt tey átøk, ið skulu til fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya sum skjótast – verða hesir spurningar settir løgmanni.

 

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

 

Spurningurin og svarið

1.      Hví varð umsóknin um, at Oyggjaleikirnir skuldu vera í Føroyum í ár 2019 tikin aftur?

2.      Hvat hevur landsstýrið gjørt fyri at sleppa undan, at umsóknin varð tikin aftur?

3.      Hví verður eingin umsókn latin inn, so Oyggjaleikirnir kunnu verða hildnir í Føroyum í 2021?

4.      Hvat hevur landsstýrið gjørt fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021?

5.      Hvørjar møguligar politiskar avtalur og bindingar skulu gerast fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021?

6.      Hvørjar íløgur skulu til fyri, at Oyggjarleikirnir fáast til Føroya í 2021?

7.      Hvussu nógv føroysk ítróttafólk og hjálparfólk høvdu væntandi verið partur av møguligum Oyggjaleikum í Føroyum?

8.      Hvussu nógv fólk væntast til Føroya í sambandi við møguligar komandi Oyggja­leikir?

9.      Hvussu stórt samanlagt virði verður mett, at møguligir Oyggjaleikir hava fyri Føroyar?

10.  Ætlar løgmaður at kalla inn politisku flokkarnar fyri at viðgera og gera semju um tey átøk, ið skulu fremjast fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021? Um ja, nær?
Svar:

Tað er ikki løgmaður ella landsstýrið, sum søkja um at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya. Tað er Ítróttasamband Føroya, ið er limur í Altjóða Oyggjaleikanevndini, sum hevur arbeitt við at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya.

Hesin fyrispurningur eigur tí at verða settur til Ítróttasamband Føroya. Tí fari eg at heita á løgtingskvinnuna um at seta seg í samband við Ítróttasamband Føroya til tess at fáa svar.

Eg havi tó nakrar viðmerkingar til málið.

Landsstýrið stuðlar arbeiðinum  hjá ÍSF at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya við fullum huga. Hesum hava landsstýrismaðurin í mentamálum og eg boðað frá í skrivi til Altjóða Oyggjaleikanevndina 19. september 2013.

Landsstýrið hevur samskift við ÍSF og Tórshavnar kommunu um fyritreytirnar fyri at gera ein golfvøll, sum er ein týðandi liður í at halda Oyggjaleikirnar í Føroyum. Tórshavnar kommuna skuldi byggja nýggjan golfvøll á Glyvursnesi, men lendið var ikki tøkt. Tí fór landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum í gongd við at skipa so fyri, at heimild fekst til vega at útvega lendi til nýggjan golfvøll á Glyvursnesi. Lógargrundarlag er fingið til vega. Landsstýrið er kunnað um, at  samskifti er millum Tórshavnar kommunu og núverandi  brúkara um endurgjald fyri at fáa nýtslurættin til lendið.

Løgmansskrivstovan, 12. mai 2015

Kaj Leo Holm Johannesen

løgmaður
 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad