Lýsing

Gunvør spyr um møguligar sparingar í heilsuverkinum av at minka um nýtsluna av heilivági

Grein 52a fyrispurningur settur Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum um møguligar sparingar í heilsuverkinum av at minka um nýtsluna av heilivági

 

1.    Hvussu stórar útreiðslur hevði heilsuverkið av heilivági í 2005 – 2010 og 2015?

2.    Hvørji sløg av heilivági standa fyri størsta partinum av útreiðsluvøkstrinum?

3.    Hvussu stórar útreiðslur hevði heilsuverkið av kolestorol-niðursetandi heilivági í 2005, 2010 og 2015?

4.    Hvussu nógvir føroyingar vóru í viðgerð við kolestorol-niðursetandi heilivági í 2005, 2010 og 2015?

5.    Hvussu stórar útreiðslur hevði heilsuverkið av diabetesheilivági í 2005, 2010 og 2015?

6.    Hvussu nógvir føroyingar vóru viðgjørdir fyri diabetes I í 2005, 2010 og 2015?

7.    Hvussu nógvir føroyingar verða viðgjørdir fyri diabetes II í 2005, 2010 og 2015?

8.    Veit Heilsumálaráðið hvat diabetes kostar tí føroyska samfelagnum?

9.    Hvussu stóran part av kolestorol- og diabetesheilivági rinda sjúklingarnir sjálvir og hvussu stóran part rindar heilsuverkið?

10.  Hvussu nógvir kostfrøðingar eru í starvi og hvørjir sjúklingar verða sendir til kostfrøðingar?

11.  Hvussu hevur játtanin til Fólkaheilsuráðið verið síðan tað varð sett á stovn?

12.  Hvussu nógva orku leggur heilsuverkið (læknar og annað heilsustarvsfólk) í at upplýsa og vegleiða sjúklingar um lívsstíl (kost – rørslu o.a.) sum liður í at spara heilsuverkinum fyri stórar heilivágs-útreiðslur?

 
Viðmerkingar:

Nógv umrøða er í hesum døgum av vaksandi útreiðslunum av heilsuverkinum og hvussu samfelagið framhaldandi skal megna at fíggja eitt dygdargott heilsuverk. Landsstýrismaðurin í heilsumálum biðjur í hesum døgum um eykajáttan, m.a. tí heilivágsútreiðslurnar hækkaðu

14% í 2014, og tí roknað verður við, at útreiðslurnar økjast í 2015.

 

Stórur partur av sjúkunum, ið okkara sjúkrahús viðgera, eru sonevndar lívsstílssjúkur. Diabetes (II), hjarta- karsjúkur, fleiri krabbameins- og giktasjúkur eru dømi um sjúkur sum í stóran mun stava frá tí lívsstíli vit hava vant okkum við seinastu 50-80 árini. Her verður hugsað um industrialiseraðan mat, royking, lítla rørslu og eitt javnt støðið av strongd.
Tá ið so nógvar sjúkur stava frá lívsstíli, er tað áhugavert, at heilsuverkið ger so lítið við at vísa á okkara egnu ábyrgd og evni at fyribyrgja og møguliga lekja hesar sjúkur. Heilsuverkið sparir allar flest pengar við at færri gerast sjúk. Men ein fatalistiskur hugburður tykist at ráða, og tikið verður fyri givið, at vit skulu halda fram við sama lívsstíli og so heldur hervið verða bundin at dýrum og skaðiligum hjáárinum av heilivági eitt heilt lív fyr at halda sjúkuni so nøkulunda niðri.

 

Óheft gransking, sum eingin fyrr virdi, hevur við treiskni og áhaldni nú sannført mong ivandi um, at fólk í stóran mun sjálv kunnu fyribyrgja – og í summum førum lekja – mangar av vælferðarsjúkunum.  Td. verður ofta tjakast um hjáárinini við sonevndum statinum, (eitt slag av kolestorol heilivági.) Eitt annað dømi er (sera dýri) diabetes heilivágurin. Hesin heilivágur (móti høgum kolestoroli og diabetes) verða aloftast útskrivað av vana og uttan at sjúklingurin fær nakra miðvísa upplæring og vegleiðing í hvussu hann kann broyta livihátt, sum í ávísum føri kann føra til lægri kolestorol og steðga byrjandi diabetes sjúku.

 

Hesir spurningar snúgva seg tí um at fáa staðfest, hvussu nógvar pengar heilsuverkið brúkar uppá heilivágin til tvær sera vanligar lívsstílssjúkur/tilstandir – høgt kolestorol (lutvíst lívsstílssjúka) og diabetes (II). Og um talið er vaksið ella minkað millum 2005 og 2015. Og spurningarnir snúgva seg eisini um hvussu høga raðfesting fyribyrging (fólkaheilsuráðið) og lívsstílsvegleiðing (kostur, rørsla og strongd) hevur í heilsuverkinum. Og um sjúklingurin fær nóg góða kunning og vegleiðing í hvussu hann sjálvur kann virka til at minka um (ella kanska sleppa av við) heilivágin um hann broytir lívsstíl.
Um vit halda fram at gera tað vit altíð hava gjørt, fáa vit tað sama, – fleiri og fleiri sjúk fólk. Søgan vísir – og framrokningar staðfesta – at vit fáa alsamt fleiri sjúk og harvið størri útreiðslur til heilivág. Heilivágur til lívsstílssjúkur fyribyrgir og lekir ikki sjúkuna, hann “bara” viðgerð nakað, ið longu er komið. Um ikki ein hugburðsbroyting fer fram innan heilsuverkið er púra vist, at heilsuútreiðslurnar bara vaksa og vaksa. Og ein stórur partur av hesum útreiðslum eru til heilivág. Tí er spurningurin um tað ikki er ov lætt bert at siga, at vit fáa einki gjørt við, at útreiðslurnar til heilivág eksplodera og tí mugu vit øll rinda 100tals milliónir meir til heilsuverkið? Fá munnu ivast í, at ein stórur partur av hesum útreiðslum kundu verið spardar, um heilsustarvsfólk átóku sær at geva fólki góða og skipaða vegleiðing og upplæring í at broyta lívsstíl, so tey kunnu sleppa undan at taka so nógvan heilivág.

 

Hóast Fólkaheilsuráðið ger eitt stórt arbeiði at kunna og vegleiða um heilsugóðan lívsstíl, tykist talið av lívsstílssjúkum ikki at minka, heldur hinvegin. Hetta hóast fleiri batar eru hendir – td at færri roykja og fleiri eru tilvitað um rørslu og sunnan kost. Tí má okkurt munabetri gerast. Spurningurin er, um skipanin er skúlað til at geva fólki skipaða vegleiðing og upplæring, soleiðis at vit sjálv læra at taka størri ábyrgd fyri egnari heilsu. Møguliga eru tað hesir vantandi førleikar, ið eru orsøk til, at man av vana velur ta “løttu” loysnina, nevniliga at útskriva heilivág? Ein loysn sum í longdini er bæði dýrari fyri samfelagið og verri fyri heilsuna hjá tí einstaka.

 

 

Gunvør Balle

7. maj 2015

 

 

 

 

 

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad